Varaøkisleiðari til rakstrardeildina hjá Sev

Varaøkisleiðari til rakstrardeildina hjá Sev

 

Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaøkisleiðara til meginøkið, sum saman við økisleiðaranum leiðir starvsfólkahóp okkara, ið røkir og mennir føroyska elnetið

 

Um rakstrardeildina

Rakstrardeildin umsitur elnetið í Føroyum og hevur um hendi nýgerð, eftirlit og viðlíkahald av trafostøðunum, linju- og kaðalnetinum um landið, montering av transformarastøðum, koblingarstøðum, umframt uppmerking og skráseting av leiðingum.

Á rakstrardeildini starvast 27 fólk. Hesi eru m.a. arbeiðsfólk, montørar og elektrikarar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðsstaðurin er alt landið. Tú hevur tilvísing til økisleiðaran.

 

Uppgávur


Uppgávurnar hjá varaøkisleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Sum arbeiðsleiðari fyrireikar, samskipar og gongur

tú á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum. At samskipa eftirlit av linjum, el-skápum og

transformarastøðum verður eisini ein partur av starvsøkinum. Roknast kann við, at neyðugt er at arbeiða

skeivar tíðir av og á. 

 

Vit vænta, at tú:

·       hevur eltekniskar førleikar

·       hevur góðan kunnleika til eløkið

·       ert fyrikomandi og nærløgd/lagdur

·       dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi

·       hevur koyrikort til persónbil

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið.

Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit.
Neyðugt er, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við starvsfólk, veitarar, kommunur og landsmyndugleikar.



Sev

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

Tú fært neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi.

Harumframt bjóða vit tær:

• smidligar arbeiðsumstøður
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið


Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, stig 34-40.

 

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jógvani Kristoffersen, økisleiðara á rakstrardeildini, á telefon 219010. Umsóknarfreistin er 1. oktober 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo viðm. Varaøkisleiðari.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

 

Les meira um elnetið í Føroyum

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking