Vit sóknast eftir toymisleiðara til málaratoymið á innleggingardeildini at byrja skjótast gjørligt.
Um innleggingardeildina
20 fólk eru í starvi á Innleggingardeildini, fýra teirra starvast í málaratoyminum. Innleggingardeildin hevur alt landið sum arbeiðsøki sítt, og hevur í høvuðsheitum hesi øki um hendi:
• eftirlit við nýggjum elinnleggingum
• skráseting av innleggingum kring alt landið
• Máting og greining av spenningsgóðsku
• tekniska kundatænastu
• Løðistøðir til elbilar
Málaratoymið hevur um hendi rakstur, viðlíkahald og útbygging av málaraparkini.
Uppgávur
Málaraparkin í Føroyum er fjaravlisin. Tín uppgáva er at samskipa arbeiðið innan málaraøkið, umframt at føra verkætlanina við tímaavrokning á mál og tryggja støðugt samband við málaraparkina.
Talan er um umsiting, viðlíkahald, greina og finna møgulig brek í samskiftinum á nýggju elmálaraskipanini. Umframt at leiða arbeiðið innan uppsetan, útskiftan og aðrar uppgávur, sum hava við málaraparkina at gera, so vit kunnu tryggja støðugan fjaravlestur.
Tú
Vit vænta, at tú hevur eltekniska útbúgving og hevur góðan kunnleika til eløkið. Ynskiligt er eisini, at tú hevur royndir við feilfinning og kt-skipanum.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Harumframt, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.
Sev
Vit eru av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi.
Vit bjóða tær:
• smidligar arbeiðsumstøður
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum 92 í Tórshavn. Starvið er sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, og flokkað sum serfrøðingur III, stig 34 – 40.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðun Djurholm, deildarleiðara á innleggingardeildini, á telefon 225516 ella Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netpartin hjá Sev á telefon 210464.
Umsóknarfreistin er 5. februar 2025. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum við telduposti til: starv@sev.fo viðm. toymisleiðari
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk h.já Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.