Toymisleiðari til elbilaøkið á Innleggingardeildini

Toymisleiðari til elbilaøkið á Innleggingardeildini

Vilt tú vera við til at menna føroysku løðiparkina og framtíðartryggja elbilaøkið?

Vit sóknast eftir eldhugaðum fólki til menning av elbilaøkinum hjá Sev at byrja skjótast gjørligt.

 

Starvið

Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðinum við grønu kósini hevur Sev sett upp almennar løðistøðir og veitir harumframt elbilaeigarum heimaløðistøð.

Tú leiðir elbilatoymið, og fært ábyrgdina av løðiparkini hjá Sev. Hetta merkir, at tú hevur ábyrgd av heimaløðistøðum og almenna løðikervinum hjá Sev.

Starvið umfatar samskifti við okkara kundar, og toymið er partur av vaktarskipanini, sum veitir kundatænastu uttan fyri vanliga upplatingartíð.

Harumframt virkar tú í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá Sev.

4 fólk manna elbilatoymið, sum hoyrir undir Innleggingardeildina.

 

Arbeiðsuppgávur

Uppgávan hjá tær sum toymisleiðari verður at samskipa arbeiðið við uppseting og útflýggjan av heimaløðistøðum og av almennum løðistøðum. Tú syrgir fyri, at almennar eins væl og heimaløðistøðir verða viðlíkahildnar á rættan hátt. Tú tekur tær av bíleggingum av løðistøðum, viðger tær, og veitir elbilaeigarum bestu tænastu í mun til løðing. Talan er um umsiting, viðlíkahald, at greina og finna møgulig brek í løðiparkini um alt landið. Eisini eru tær kt-skipanir, ið koyra løðiparkina ein týðandi partur av umsitingini eins væl og víðarimenning av økinum.

Harafturat mennir tú í samstarvi við onnur nýggjar loysnir á elbilaøkinum.

Tú hevur skrivstovu á Landavegnum í Havn, men allar Føroyar eru arbeiðsstaður tín.

Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum við áræði fer undir at skapa sín egna arbeiðsdag og sítt egna arbeiðsøki. Tú hevur eltekniska útbúgving og góðan kunnleika til eløkið. Ynskiligt er eisini, at tú hevur royndir við feilfinning og kt-skipanum s.s. Ocean.

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi eltekniska útbúgving
  • hevur áhuga fyri og evni til at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
  • ikki ræðist broytingar, men lættlyntur tekur ímóti avbjóðingum á økinum
  • hevur koyrikort til persónbil
  • hevur góð samstarvsevni og góð samskiftisevni
  • ert tolin og trívist við kundasamskifti, umframt samskifti við starvsfelagar á øðrum deildum hjá SEV
  • kanst arbeiða skeivar arbeiðstíðir
  • kennir teg aftur í virkisvirðunum hjá Sev: samstarv, eldhugi og virðing

Sev

Tú fært sjálvsagt upplæring og vegleiðing frá hollum starvsfelagum í elbilatoyminum.

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, stig 34-40.

Umsóknin


Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðuni Djurholm, deildarleiðara á Innleggingardeildini, á telefon 225516.

Umsóknarfreistin er 9. apríl 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: toymisleiðari

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking