Hevur tú dirvi og áræði til at standa við ábyrgdini av elframleiðsluni í meginøkinum í Føroyum?
Vit sóknast eftir fólki til høvuðskontrollrúmið hjá Sev at byrja skjótast til ber.
Kontrollrúmið er mannað allan sólarringin, og í verandi løtu er eitt fólk á vakt í senn. Tilsamans 5 starvsfólk eru í toyminum.
Starvið
Sum vakthavandi hevur tú ábyrgd av elframleiðsluni í meginøkinum og samansetingini av teimum ymisku orkukeldunum. Tú fært til høldar varandi orkukeldur, og stýrir býtinum ímillum framleiðslu við vindi, vatni, olju og biogassi. Tú hevur samskifti við orkuverkini hjá Sev og aðrar orkuveitarar.
Harumframt verður tú sum vakthavandi eisini koblingsleiðari fyri háspenningsskipanina í meginøkinum og røkir skipanarberandi tænastur. Tú virkar í tvørfakligum samstarvi við viðkomandi deildir hjá Sev, eitt nú framleiðsludeildina, rakstrardeildina, verkfrøðideildina, KT- deildina og aðrar. Starvsstaðurin er í nýggjum nútímans hølum við Landavegin í Havn.
Tú
Fyri at kunna røkja starvið, krevst, at tú ert útbúgvin maskinmeistari við víðkaðum maskinmeistaraprógvi ella útbúgvin elinnleggjari. Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú trívist við at vera einsamallur/einsamøll á vakt ein part av tíðini. Umráðandi er eisini, at tú ert før/ur fyri stundum at handfara støður, sum kunnu krevja at tú varðveitir fokus og yvirlit - eisini í truplum støðum.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.
Vit bjóða:
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum ávikavist Maskinmeistarafelagið og KAF, lønarflokkur 12 ella Starvsfelagið og KAF, lønarflokkur 7. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørn F. Petersen, leiðara, tel. 286901 ella Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netið, tel. 210464.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: starv@sev.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.