Skrivstovufólk til innleggingardeildina

Skrivstovufólk til innleggingardeildina

Vit sóknast eftir nærløgdum og tænastusinnaðum skrivstovufólki til innleggingardeildina hjá Sev at byrja í fulltíðarstarvi 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Innleggingardeildin hevur um hendi eftirlitið við at el-innleggingar verða gjørdar sambært galdandi lóggávu. Harumframt umsitur deildin elbilaøkið, eitt nú útbyggingar av løðiinfrakervinum til løðing av elbilum,  allar elmálarar í Føroyum, viðgerð av umsóknum til m.a. íbinding í elnetið, viðlíkahald av málarum osfr.

Á deildini starvast 20 fólk, sum eru til reiðar at hjálpa til at seta teg inn í arbeiðsøkið og uppgávurnar.  Hesi eru eftirlitsfólk, montørar, elektrikarar og skrivstovufólk. Deildin húsast á Landavegi 92 í Havn.


Starvið 

Tínar arbeiðsuppgávur eru m.a. skráseting av nýggjum innleggingum, Íbindingargjøldum, ymiskum avlestrum, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.

Eisini fert tú at  samskifta munnliga og skrivliga við viðskiftafólk okkara, sum eru vinnukundar eins væl og privatkundar, umframt aðrar deildir hjá Sev. Talan kann eitt nú vera um ymiskar spurningar, sum hava við elmálarar at gera.   


Vit vænta, at tú hevur útbúgving innan skrivstovu, umframt:

  • góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • góðar samskiftisførleikar – bæði skrivliga og munnliga
  • megnar at hava yvirlit og halda høvdið kalt, hóast nógvar og ymiskar uppgávur í senn
  • hevur skipaðan og ábyrgdarfullan arbeiðshátt
  • ert tilvitað/ur um góða kundatænastu
  • gevur títt íkast til góðan trivnað

 

Sev

Vit bjóða tær:

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • góða upplæring og tíð at seta seg inn í skipanir
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Vit er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.


Løn

Skrivstovufólkið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 


Umsóknin


Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðuni Djurholm, deildarleiðara á innleggingardeildini, á telefon 225516. Umsóknarfreistin er 10. juli 2024.


Send umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum til: starv@sev.fo, viðmerk: skrivstovufólk innleggingardeildin

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking