SEV   /   Um okkum   /   Sev - fólksins ogn   /   Sev starv   /   Samskiftisfólk til Sev

Samskiftisfólk til Sev

Samskiftisfólk til Sev

 

Vilt tú geva títt íkast til grønu kósina?

Vit sóknast eftir ágrýtnum samskiftisfólki, sum við løttum penni og tevi fyri sosialum miðlum, verður við til at røkja og menna samskifti, har trúvirði og opinleiki eru í hásæti.

 


Vit vænta, at tú hevur hóskandi samskiftisútbúgving ella samsvarandi royndir, sum gera teg sterka/n í greiðari, viðkomandi og kveikjandi miðling av virkseminum hjá Sev. Tú ert sera stinn/ur í føroyskum og donskum, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú dugir væl enskt.

 

Alneyðugt er, at tú hevur góðar sosialar førleikar og trívist í samstarvi við ymiskar deildir og ymiskar fakbólkar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og tú fert undir arbeiðsuppgávurnar við einum jaligum og fleksiblum hugburði. Tú ert uppsøkjandi, og megnar at seta teg inn í nýggj virkisøki, og at kunna um hesi til ymiskar málbólkar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og eyga fyri myndatilfari og grafiskum uppsetingum.

 

Uppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um samskiftisuppgávur eins væl og samskipanaruppgávur. Í høvuðsheitum er talan um at:

 

· evna til og rættlesa skrivligt tilfar

· røkja intranet og heimasíðu

· framleiða tilfar til sosialar miðlar

· sparra við starvsfelagar um framløgur og aðrar samskiftisuppgávur

· samskipa virkisvitjanir

· avgreiða aðrar fyrifallandi uppgávur

 

 

Sev
Hjá Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:

 

· smidligar arbeiðsumstøður

· fjøltáttaðan arbeiðsdag

· ávirkan á egið arbeiði

· fakliga menning

· viðkomandi skeið

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Sev á Landavegi 92 í Tórshavn, og tú vísir til samskiftisleiðaran. Vit vænta, at tú tolir broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðnu Joensen, samskiftisleiðara, á telefon 219938 ella á emj@sev.fo. Umsóknarfreistin er leygardagin, 19. oktober 2024.

 

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: samskiftisfólk

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking