Menningarleiðarin droymdi um at verða lækni

Menningarleiðarin droymdi um at verða lækni

Sum smádrongur og ungur droymdi Terji um at gerast lækni, men so varð ikki.

Tað er langt frá reseptblokkinum til tekniborðið á Menningardeildini hjá Sev, har Terji saman við toymi sínum fæst við at kanna, hvussu vit á bíligasta og tryggasta hátt koma á mál við okkara sera framfýsnu visjón um at gerast leys av oljuni í 2030.

Starvið á Menningardeildini er fjøltáttað, sigur Terji: Vit takast eisini við aðrar menningarverkætlanir á deildini, sum t.d. at finna egnaði øki til vindorku, vatnorku, sólorku og sjóvarfalsorku.

Vit samskifta nógv við samstarvspartar uttanlands, tí hetta, vit hava sett okkum fyri – at gerast leys av oljuni í 2030 – krevur, at vit hava dagførda vitan um, hvat hendir á hesum økinum. Vit eru eisini partur av Ph.D.- verkætlan, sum hevur til endamáls at staðfesta, hvussu vit tryggja støðufestið í elskipanini fram móti 2030, tá vit skulu hava stórar nøgdir av óstøðugari varandi orku inn í elskipanina.

Harumframt arbeiða vit eisini við løðiinfrakervinum til elbilar í Føroyum, og leggja til rættis, hvussu vit skynsamt skulu byggja hann út.

Tað gevur góða meining fyri meg at arbeiða hjá Sev; at vera partur av einum stórum toymi, ið sigst vera hjartaslátturin í samfelagnum, og at vera við til at leggja alla føroysku orkuskipanina um til varandi orku.

Sambært Terja lá ikki í kortunum, at hann skuldi finna sítt lívsstarv innan eløkið, tó at hann sum ungur lærdi til elektrikara. Lærutiðin á Skála Skipasmiðju var sera góð og lærurík, men eftir lokna lærutíð visti hann, at hann ikki hevði hug at arbeiða sum elektrikari restina av lívinum – hann vildi lesa víðari.

Í Danmark nam hann sær fyrst útbúgving sum ‘elektroniktekniker’, og fór síðani undir veikstreymsverkfrøði.

“Her kom eg so aftur inn í tað læknaliga fakið, tí eg tók sergreinina innan medico-verkfrøði og síðsta hálva ári av lestrartíðini var eg á Skejby Sygehus, har er skrivaði endaligu ritgerðina og menti eitt tól til at staðfesta aortaklapstenosu við at mála og signalviðgera hjartaljóðið. Mær dámdi sera væl tað arbeiðsumhvørvið, og vóru vit ikki flutt heim aftur til Føroya, hevði eg allarhelst hildið fram á tí økinum”, sigur Terji.

Heimafturkomin søkti eg starv hjá Sev, og her havi eg trivist ómetaliga væl seinastu 22 árini.

Sum áður nevnt er høvuðsendamálið at leggja alla tí føroysku orkuskipanina um til varandi orku og harvið spara umhvørvinum fyri øllum teimum neiligu árinunum, ið standast av útlátinum frá orkuframleiðsluni, ið stavar frá oljuni. Hetta sigi eg, uttan at vit á nakran hátt skulu síggja niður á oljuriknu verkini og tey dugnaligu starvsfólkini, ið har starvast, tí enn er hetta ein alneyðug framleiðsluháttur.

Afturat øllum hesum, so eri eg sjálvur ofta blandaður uppí nógvar ymiskar aðrar uppgávur, sum allarhelst er ein avleiðing av at hava verið so leingi á Sev.

Eitt sum hevur motiverað meg, eru møguleikarnir at menna seg sjálvan við skeiðum og útbúgvingum – eg haldi tað vera so ótrúliga umráðandi, at vit altíð eru dagførd.

Ein bók ið eg havi lisið óteljandi ferðir, og sum eg viðmæli øllum at lesa, eitur “7 habits of highly effective people” ella “Syv gode vaner” á donskum (fæst eisini sum ljóðbók). Her er millum annað eitt ráð, sum sigur “Slib saven”, sum merkir, at tú skal syrgja fyri at halda teg sjálvan dagførdan/hvassan – ikki bara bókliga men so sanniliga eisini likamliga og sinnisliga.

Frítíðin

Spurdur hvat hann ger uttan fyri arbeiðstíð, svarar Terji: “Má siga sum er, at arbeiðið fer við nógvari tíð og fái tíverri javnan at vita, at tankarnir hjá mær ofta eru hjá Sev.

Eg lesi nógv, men tað er næstan bara fakligur lesnaður. Eg havi tó lovað mær sjálvum, at eg skal lesa annað meira mentað tilfar.

Annars so eri eg ein nokso aktivur rennari í Bragdinum, har vit renna í felag 2-3 um vikuna. Og so eri eg so heppin at kona mín eisini rennur, so hetta er nakað, vit eru felags um, sum eg haldi er gott.

So kann eg gott finna uppá at fara at havast eitt sindur viðhvørt. Gáttin er ræðuliga høg at koma uppum, tá man skal út at havast, men er man fyrst komin út so er tað faktiskt rættuliga gott, bæði fyri sál og sinn – og so er man eisini so glaður um úrslitið hvørjaferð. Mær dámar sera væl at vera saman við familjuni í frítíðini og javnan fara vit, øll familjan, norður til Oyndarfjarðar í vikuskifti. At koma norð í hendan vælsignaða friðin at “løða battaríini” viðhvørt er so sera gott.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking