Mýruverkið varð tikið í nýtslu í 1961.
Verkið kom lutfalsliga skjótt eftir Fossáverkið, sum varð sett til í desember 1953. Hetta komst av, at tørvurin á elorku knappliga vaks nógv, tá NATO fór undir at gera herstøð á Sornfelli. Hetta bleiv fráboðað í 1956.
Eftir eitt langt tíðarskeið frá 1956 til 1960, ið var nógv ávirkað og órógvað av politiskum málum, bleiv ferð umsíðir sett á byggingina á verkinum á Mýrunum. Tað bleiv savnað vatn úr Mýrunum og Heljareyga, og rann tað saman í byrging í Heygadali.
Orkustøð bleiv gjørd 1. november í 1963 á Válinum og varð rópt Heygaverkið. Í hesum tíðarskeiði høvdu nú allar bygdir, sum vóru við í upprunanum av Sev, fingið elektriskan streym.
Í 1959, meðan verkið og byrgingar stóðu i gerð, vitjaði Fríðrikur kongur saman við Ingrid drotning og døtrunum Margrethu og Benadiktu.
Í 2010 var aftur kongalig vitjan á Mýruverkinum, tá Heindrikur prinsur vitjaði, og aftur í 2021, tá Margretha drotning vitjaði verkið.