Tann stóri dagurin
100 ár eru liðin síðan at Suðuroyggin fekk streym, tá vatnorkuverkið í Botni bleiv tikið í nýtslu 18. juli 1921. Dagurin varð hátíðarhildin við góðum lagi og veitslu, ella “ljósfest”, ið tað bleiv kallað millum manna, og mong fólk hittust fyri at gleðast og forvitnast um nýggju tøknina. Fleiri staðkend fólk vóru við á hesum degi, men eisini fólk norðanfjørðs vóru teirra ímillum. Løgtingsmenn, landstingsmenn og verkfrøðingar m.a., og høvdu tey rósandi orð at bera fólki og bygd handan elverkið í Botni. Petur Dahl á Gørðum, sóknarstýrisformaður, legði orð til við vakrari og hámettari talu, og tendraði síðani ljósið í skúlastovuni við at trýsta á eina kontakt.
Petur Dahl var ein av teimum, ið hevði verið við í hesi verkætlan frá byrjan, og var tað tí honum ein dreymur, ið bleiv gjørdur til veruleika, tá sóknarstýrið viðtók elektrisitetmálið í juli mánaði í 1919. Eftir hetta fór arbeiðið í gongd og tað varð alt gjørt við hond. Umstøðurnar vóru ikki sum í dag. Har var ongin blandimaskina, borimaskina ella nýmótans hjálparamboð. Við tungum amboðum og lutum í hond fóru røsk og íðin fólk til verka, og byrgingar og tunlar vóru skjótt væl ávegis.
Ein broyttur gerandisdagur fyri mong – og fleiri skemtiligar løtur
Nýggja elverkið hevði við sær, at gerandisdagurin hjá vágbingum broyttist við. Ein stór broyting var á fyrrverandi tørvinum á petroleumslampum og ráðolju til ljós, ið eftir hetta bleiv skift við góðum hentleikum av elektrisiteti.
Á mannamunni eru sagdar mangar skemtiligar søgur um tíðina, tá ið elstreymur av fyrstan tíð kom. Trina á Oyrabø var ein teirra, ið minnist aftur á fyrstu uppliving við júst hesum. Trina á Oyrabø búði í fyrstu húsum, sum elstreymur varð royndur í, og var royndin nýtt til at kóka havragreyt á elektriskari plátu. Tendrað varð undir grýtuni, og fólk bíðaðu spent rundan um. Skjótt reyk í og síðani fór at prutla í grýtuni. Tá tók onkur til bølluta, og onnur róptu uppá tann Góða. Tey høvdu ilt við at skilja, at tað bar til at kóka eina grýtu við vatni á einari plátu.
Trina hevur fleiri frásagnir um upplivingar við elstreymi, og sigur frá um eitt illveðurskvøld, tá streymurin fór. Fyri stovuvindeygað stóð ein elstólpi, og konan hevði sæð, at vatn rann niður eftir stólpanum. Hon fekk fatur á tey, ið høvdu við el-streymin at gera, og visti, hvat ið bagdi: Stólpin var farin at leka.
Tað var ikki altíð, at nóg mikið av vatni var til elframleiðslu, og tá mátti sparast. M.a. var ikki altíð streymur um náttina.
Í brævi frá Lystbæk, verkmeistara í Botni, til Frøkun Djurhuus, jarðarmóðir, verður avtala gjørd viðvíkjandi eini midnáttarføðing og mangul á vatnorku.
Jordemoder Frøken Djurhuus.
p.t. Vaag.
Jeg har lige talt med Doktoren ang. at køre i Nat. Forholdet er det, at vi har meget lidt Vand, saa vi meget daarlig kan køre mere end højst nødvendigt. Imidlertid skal vi køre til Kl. 1, og inden den Tid mente Doktoren nok, De kunde skønne over, om Fødslen vil finde Sted inden eller efter Kl. 7 i Morgen tidlig, til hvilken Tid vi igen skal køre. Jeg aftalte derfor med Doktoren, at De ved halvet-Tiden skal lade mig vide, om De mener, Fødslen vil finde Sted mellem Kl. 1 og 7. I saa Fald bliver jeg nødt til at lade Dem beholde Strømmen, d.v.s. nødt til at køre hele Natten. Men mener De ikke, Fødslen vil finde Sted før efter kl. 7, bliver jeg nødt til at standse mellem 1 og 7.
Med Højagtelse
Lystbæk
Sum nevnt var ofta neyðugt at spara vatn, m.a. við ikki at veita streym um náttina.
Skuldi onkur tá nýta streym í ávísum tíðarkarmi, bóðu fólk um, at streymur skuldi vera tendraður júst tá.
Ein søga er um J. Dahl, ið skuldi giftast, og veðurforsøgnin týddi upp á, at myrkt og illsligt fór at verða um náttina. Hann sendi tí eitt skriv til Lystbæk streym til at hava gøtuljósini tendrað til kl. hálvgum seks á morgni, so brúdleypsgestirnir kundu finna heim. Dahl beyð sær til at gjalda fyri streymin, ið varð nýttur til tess.
Umbønin varð gingin á møti, og brúðgomurin fekk rokning upp á 13 kr.
Til ber at lesa meira um vatnorkuverkið í Botni og menningina við elmegi í Suðuroy í bókini: 'Elektrisitet í 100 ár', sum Poul Andreasen hevur latið úr hondum.
Keldur:
Poul Andreasen: Elektrisitetsverkið í Botni
Jógvan Arge: Ljós yvir landið