Elfelagið Sev er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og tí allir føroyingar eiga.
Sev er grundað á eina samhaldsfasta skipan. Hetta merkir, at prísurin fyri elorkuna er tann sami, uttan mun til, hvar í landinum fólk búgva, og uttan mun til, hvussu nógv tað kostar Sev at framleiða streym til tey einstøku økini. Hóast tað er væl bíligari at framleiða streym til kundar í miðstaðarøkinum enn til kundar á útoyggj, so rinda øll sama prís.
Hetta merkir eisini, at tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
Sev hevur veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. Sev hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum.
Føroyar eru avbyrgt oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa streym frá grannalondunum. Veitingarskyldan og kervisábyrgdin bera tískil við sær, at Sev allan sólarringin, hvørja viku og alt árið hevur ábyrgdina av at hava nóg mikið av tøkum mátti, so skipanin virkar til fulnar og kann lofta tekniskum brekum og framleiðslueindum, sum av einhvørjari orsøk steðga.
Sev er skipað sum lutafelag við partafelagslíknandi aðalfundi, nevnd og dagligari leiðslu.
Hvør limakommuna verður umboðað á aðalfundinum við eini fulltrú, og atkvøðurætturin samsvarar íbúgvaratalinum í kommununi. T.v.s. at ein atkvøða er fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal.
Í nevndini sita sjey limir, ein úr hvørjum av hesum økjum: Norðoyggjum, Eysturoy, Sundalagnum/Norðstreymoy, Vágum, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Hvørt øki velur sær ein nevndarlim og ein varalim. Nevndin skipar seg sjálv.
Stjórin hevur dagligu leiðsluna saman við trimum deildarstjórum.