Í 2014 setti Sev kósina, sum hevur til endamáls, at øll elorka skal stava frá varandi orkukeldum í 2030, og síðan tá hevur Sev arbeitt miðvíst fram ímóti at røkka hesum máli. Føroyar eru tí longu væl á veg at gerast eitt av fremstu londum í heiminum innan burðardygga orku.
Hetta við at stremba eftir at menna varandi orkukeldur, sum eru tíðarhóskandi, sæst í dag eisini aftur í dagførda samleikanum. Sev hevur verið í einum hóvligum samleikaskifti seinasta hálva árið, sum nú er komið á mál.
— Dagførdi samleikin endurspeglar okkara fokus á menning og at ganga nýggjar leiðir. Í meira enn 100 ár hava vit føroyingar roynt at tamt okkara náttúrumegi, og ein fyritreyt fyri, at øll elorka kann gerast burðardygg, er áhaldandi at menna slóðbrótandi tøkni, byggja nýggjar skipanir og gera stórar íløgur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.
Tá ið Fossáverkið varð bygt á sinni, bleiv listamaðurin Jack Kampmann spurdur til ráðs um litir til Sev. Jack Kampmann mælti til at brúka litirnar grønt, reytt og gult – íblásturin kom millum annað frá okkara ríku náttúru. Og síðan hava júst hesir litir eyðkent bygningar hjá Sev.
Tað var tí heilt natúrligt, at dagførdi samleikin skuldi verða grundaður á litirnar á bygningunum hjá Sev. Myrkagrøna litin kenna vit aftur, meðan appilsinguli liturin er ein samanrenning millum reyða og gula litin frá bygningunum.
— Tað hevur verið umráðandi fyri okkum, at okkara dagførdi samleiki endurspeglar tað, sum vit eru, og tað sum vit gera. Tað er í hesum sambandi vert at minna á, at Sev arbeiðir fyri allar føroyingar, og tað er okkara ábyrgd at veita orku til øll húsarhald og øll virki í Føroyum - uttan mun til tíð ella stað, sigur Hákun Djurhuus.
Samstundis skal Sev tryggja sama prís fyri øll í Føroyum - uttan mun til, hvar í landinum fólk búgva, og hvussu nógv tað kostar at framleiða streym til tey einstøku økini.
— Tað er tí eisini týðandi at vísa á, at henda samhaldsfasta tilgongd skapar tryggleika undir okkara vælferðarsamfelag, og at tað bert letur seg gera, tí Sev er eitt felag, sum allir føroyingar eiga, sigur Hákun Djurhuus.