2. partur í røðini um "Takið at temja vindin"
Í Húsahaga gongur framá. Tær 13 vindmyllurnar vera festar í stoypt undirstøði, sum liggur leyst oman á væl trumlaðum gróti. Tað er alneyðugt, at arbeiðið verður gjørt neyvt eftir fortreytunum.
Vindurin er høvuðsfortreytin fyri øllum arbeiðinum í Húsahaga. Og sum so nógva aðrastaðni kemur mesti vindurin í Húsahaga av útsynningi.
Partur 2 í søguni um "Takið at temja vindin" snýr seg um, hvussu vindmyllulundin er projekterað.