Sólorkuskipanin roynist væl

Sólorkuskipanin roynist væl

Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl í illveðrinum, og úrtøkan er lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð.

Sólorkuskipanin í Sumba er fyrsta veruliga royndin í Føroyum at byggja størri nøgdir av sólorku inn í føroysku elskipanina. Sólorkulundin var knýtt í elskipanina í november 2019. Talan er um eina 246 kW stóra sólorkulund, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.

Tó at tað er ov tíðliga at seta ítøkilig tøl á, so ber til at siga, at higartil hevur úrtøkan verið lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð. Haldførið er eisini gott, sólorkulundin hevur staðið væl í ringa illveðrinum.

Sólorkskipanin verður mett at framleiða 160 MWt árliga, tað svarar til elnýtsluna hjá umleið 32 vanligum húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið.

Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar. Innslagið er ein gjøgnumgongd av sólorkuskipanini í Sumba - frá uppseting til íverkseting.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum