2. partur í røðini um battarískipanina
Battarískipanin í Húsahaga, sum SEV mennir saman við týska vindmylluframleiðaranum Enercon og franska battaríframleiðaranum SAFT, vísir vegin innan grøna orku í Evropa.
Avbjóðingarnar hjá SEV í Føroyum gerast veruleiki í Evropa komandi 10-20 árini, og tí er nógv at læra í Føroyum, har elframleiðsla og elveiting liggja í somu skipan, halda Enercon og SAFT.
Arbeiðið at menna battarískipanina í Húsahaga byrjaði í januar í 2014. Annað innslagið í røðini um battarískipanina snýr seg um serligu avbjóðingina, tá føroyski vindurin skal temjast. Verkætlanarbólkurin er í hesum innslagnum á vitjan í Føroyum, har tey hava høvi at seta seg inn í, hvussu orkuveitingin í Føroyum er sett saman. Við tí fyri eyga at menna eina battarískipan, sum kann tálma sveiggjunum í vindinum.