Stórur dentur verður lagdur á umhvørvið í byggingini av nýggja Sundsverkinum.
Nýggj tøkni hevur við sær, at nýggja Sundsverkið fer at dálka munandi minni, enn oljurikin elverk vanliga hava gjørt. SEV leggur stóran dent á, at Støð 3 dálkar so lítið sum á nakran hátt letur seg gera, tá talan er um elframleiðslu úr olju.
Deildarstjórin fyri elframleiðsluni hjá SEV, Heri Mortensen, greiðir í innslagnum frá teimum átøkum, sum verða tikin á Støð 3, fyri at hava eina so reina elframleiðslu sum gjørligt.