Útbyggingin á Vágsverkinum gongur væl, og í heyst var nýggi Wartsila motorurin settur upp á pláss í nýggju motorhøllini. Nýggjur filmur á SEV heimasíðuni lýsir orkustøðuna í Suðuroynni og arbeiðið at seta motorin upp.
SEV avgjørdi í fjør at útbyggja Vágsverkið fyri umleið 100 milliónir krónur. Avgerðin at byggja út í Vági varð framskundað, tí at orkutørvurin tvífaldaðist í einum, tá ið Varðin Pelagic fór undir virksemið í august í 2012. Tað var rættiliga skjótt greitt, at neyðugt var við einum nýggjum motori.
Varðin Pelagic brúkar líka nógvan streym, sum øll Suðuroyggin tilsamans, og tí kann uppisjóvarvirkið hava stórá ávirkan á trygdina í elveitingini í Suðuroynni. Tætt samstarv millum SEV og Varðan Pelagic, tá uppisjóvarvirkið hevur gongd á virkseminum og brúkar nógvan streym, tryggjar, at SEV hevur neyðuga máttin tøkan. Báðir partar taka ábyrgdina í stórum álvara, og samstarvið hevur riggað fyrimyndarliga væl.
Allir partar fegnast um, at nýggi motorurin fer at hava við sær meiri og støðugari orku í Suðuroynni.
MEST vann uppgávuna at veita motorin, at flyta hann suður til Vágs og at seta hann upp á pláss. Motorurin vigar 48 tons, so tað var ein stór avbjóðing at fáa motorin trygt allan vegin suður og ikki minst at fáa hann settan, har hann skal.
Filmurin snýr seg um orkuveitingina í Suðuroynni, meira ítøkiliga um nýggja motorin á Vágsverkinum og tað, sum krevst fyri at fáa hann settan upp.