Arbeiðið er spennandi, tí eingin dagur er líka og mann fær møgleikan at koma runt í nærum øllum landinum, frá tunlum undir havbotninum og upp á hægstu tindar.
Nakað soleiðis lýsir ein av okkara starvsfelagum Pætur Dam sítt arbeiði á rakstrardeildini í meginøkinum.
Okkara samskiftissummarferiuavloysari Eirikur Biskopstø var við ein dagin, og fylgdi teimum, meðan teir arbeiddu við at leggja um í Syðradali á Streymoynni í sambandi við, at pelar skuldu takast niður - og tað hevur hann gjørt ein lítlan film um.
Pætur Dam greiðir frá mannagongdini og gerandisdegnum á rakstrardeildini.
Arbeitt hevur verið við at leggja Syðradalslinjuna í kaðal í eina tíð. Strekkið av Oyggjarvegnum og niðan á skarðið er lagt í kaðal, og strekkið úr bygdini og nakað niðan á er eisini lagt í kaðal. Nú manglar tað mittasta strekkið - eini 4-500 metrar - sum er óhøgligt at koma til.
Her kann bert arbeiðast tá veðrið er til vildar, tvs. tá lendið er nøkunlunda turt og vindmegin ikki er ov høg. Er lendið vátt verður tað skjótt hált, og tá er ikki ráðiligt hjá fólki og maskinum at vera í økinum.
“Hetta linjustrekkið er orsøk til eini 3-4 streymslit um árið”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið. Um veturin er skjótt at klaki legst á linjurnar og vindhart er eisini. Tá okkara fólk skulu út at finna feilin og umvæla skaðan, er ofta illa framkomandi fyri hálku og/ella nógvum kava. Samstundis er vinnuvirksemi í bygdini, sum krevur støðugan streym. Har er m.a. eitt fjós við mjólkineytum, og tað er ikki gott fyri kýrnar ikki at verða mjólkaðar til tíðina.
Miðað verður eftir, at øll Syðradalslinjan er løgd í kaðal áðrenn árslok.