Vindmyllulundin í Húsahaga hevur framleitt 34 GWt av grønari orku fyrsta árið. 9. oktober var eitt ár liðið, síðani løgmaður setti vindmyllulundina í rakstur.
Vindmyllulundin í Húsahaga var eitt frambrot innan grøna orkuveiting í Føroyum, tá hon varð sett í rakstur í fjør. Tað sást aftur á lutfallinum av grønari orku hjá SEV alt fyri eitt, og seinasta árið er tað fleiri ferðir komið fyri, at øll orkan hjá SEV er komin frá varandi orkukeldum.
Vindmyllulundin í Húsahaga hevur síðani 9. oktober 2014 framleitt 34 GWt av elorku, og tað svarar til umleið 11 prosent av orkutørvinum hjá SEV. Verður hetta umroknað til húsarhald, so svarar tað til, at vindmyllulundin í Húsahaga hevur framleitt grøna orku til umleið 7000 húsarhald seinasta árið.
Men sjálvar vindmyllurnar eru einans fyrsta stigið. Fyrst í komandi ári verður ein battarískipan sett upp, sum skal javna orkuna úr vindinum út á elnetið, so enn meira grøn orka fæst inn á netið hjá SEV.
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari fyri vindmyllulundini í Húsahaga, greiðir í innslagnum nærri frá royndunum úr Húsahaga fyrsta árið.