Kaðallegging fram við innkomuvegnum er ein av størstu verkætlanunum hjá Sev.
Nú nýggi innkomuvegurin til Havnar er í gerð, er eisini umfatandi kaðallegging í gongd. Tíggjutals kilometrar av elkaðalum verða í løtuni lagdir í jørð fram við innkomuvegnum til Havnar.
Tað krevur eitt sterkt elnet at bera økta virksemið í samfelagnum, t.e. vinnuvirksemið, orkuskiftið og fólkavøksturin. Einhvør bygging og útbygging setir nýggj krøv til elnetið, og tí verður elnetið støðugt styrkt og endurnýggjað. Seinastu 12 árini er sølan av kilowatt tímum tvífaldað.
Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið hjá Sev, greiðir her frá arbeiðinum hjá Sev at framtíðartryggja elnetið og um hvussu tilgongdin at endurnýggja tað fór í gongd eftir skaðarnar av ódnunum seinast í 80’unum. Heini Ziskason Viðoy hevur tikið myndir við dronu.