1. partur í røðini um battarí skipan
Fortreytin fyri, at full nytta skal fáast úr vindmyllulundini í Húsahaga, er slóðbrótandi battarískipanin í Húsahaga.
Saman við útlendskum samstarvsfelagum er SEV farið undir at menna eina battarískipan, sum javnar sveiggini í vindinum. Ein battarískipan, sum ikki finst á marknaðinum í løtuni.
Í fyrsta partinum um battarískipanina í Húsahaga verður greitt frá avbjóðingunum, sum skulu loysast, um vindurin skal hjálpa SEV at røkka visiónini um eina 100 prosent grøna orkuveiting á landi í 2030.