Ófriðurin í Libya og øðrum londum í Miðeystri kann senda oljuprísin á heimsmarknaðinum upp um 200 dollarar fyri tunnuna.
Ávaringin kemur frá einum týðandi bretskum politikara, Alan Duncan, sum hevur eina drúgva fortíð sum oljuseljari og ráðgevi í bretska oljuídnaðinum, áðrenn hann fór upp í politikk.
Alan Duncan óttast mest fyri, at yvirgangsmenn fara at misbrúka ruðuleikan í umráðnum til at bumba tangaskip ella oljuútbúnaðin. Hendir tað, sær hann fyri sær, at oljuprísurin kann rúka upp í 250 dollarar fyri tunnuna.
Vandin til staðar
- Eg havi nú í tveir mánaðir sagt í stjórnini, at versnar støðan, fer ein pumpuprísur (á bensini, ritstj.) upp á 1,30 pund (svarar til 11,3 kr.) at vera rein ynskihugsan. Ein oljuprísur upp á 200 dollarar verður veruleiki, um onkur er nóg eirindaleysur til at birta upp undir upp aftur meiri ófrið, segði Alan Duncan um vikuskiftið í eini samrøu við bretska dagblaðið The Times.
Fríggjakvøldið hækkaði oljuprísurin á amerikonsku marknaðunum sum avleiðing av, at bardagarnir millum uppreistrarmenn og herdeildir hjá Gadaffi harðnaðu.
Amerikanska WTI-oljan fór fyri fyrstu ferð síðani september 2008 upp um 104 dollarar fyri tunnuna, meðan Norðsjóvaroljan (Brent) fríggjadagin í New York varð seld fyri 116 dollarar fyri tunnuna.
Álvarsamar avleiðingar
Avleiðingarnar av eini so stórari príshækking í ráoljuprísinum, sum Alan Duncan ávarar um, verða - fær hann rætt - ógvuliga álvarsamar.
Umframt at nervasjálvan heimsbúskapin sleppa heldur ikki borgararnar undan stórum príshækkingum á bensini, diesel og brenniolju.
Alan Duncan situr í bretska parlamentinum fyri konservativa stjórnarflokkin. Politiska starvsheiti hansara er "Minister of State" í bretska menningarmálaráðnum, "Department for International Development".