Skipanin við ymiskum elprísum er tó ikki komin í gildi enn. Løgtingssamtyktin var bara fyrsta stig á leiðini. Arbeiðið við at fyrireika skipanina við ymiskum elprísum er farið í gongd. Hetta inniber treytir, mannagongdir, prísir osfr.
Eftir nevndarviðgerð verður uppskot til skipan sent Umhvørvisstovuni til viðgerðar og góðkenningar. Tá henda góðkenning fyriliggur, er klárt hjá SEV at verkseta skipanina við ymiskum elprísum.
Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt í fyrsta ársfjórðingi í ár.