Vóna at fáa eina nýggja orkusemju

Donsku orkufeløgini ynskja nýggju stjórnini til lukku við valinum og síggja fram til eina nýggja orkusemju.

Donsku orkufeløgini bjóða nýggju stjórnini vælkomnari og vóna, at hon skjótast gjørligt fer í arbeiðsklæðini á orkuøkinum, so karmarnir til eitt fossilfrítt Danmark kunnu verða gjørdir.

Tað skrivar danskenergi.dk.

Orkufeløgini eru til reiðar at gera íløgur fyri 70 mia. kr. í nýggj arbeiðspláss og eina grønari orkuskipan. Nú er valstríðið av og vinnan heitir á stjórnina og nýggja fólkatingið um at fáa karmarnar upp á pláss í einari nýggjari orkusemju.

Nýhugsan og nýggj arbeiðspláss

- Vit ynskja nýggju stjórnini til lukku við valinum. Vit eru greið yvir, at ein stór uppgáva liggur fyri framman at skapa neyðuga vøksturin í Danmark. Tíbetur standa vit á orkuøkinum til reiðar at gera íløgur fyri miljardir í eina grønari orkuskipan, sum leggur lunnar undir nýhugsan og nýggj arbeiðspláss, sigur Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi.

- Útgangsstøðið er søguligt, tí báðu politisku veingirnir eru samdir um endamálið: Danmark skal vera fossilfrítt í 2050. Tí halda vit, at nýggja stjórnin hevur allar møguleikar fyri at fáa eina nýggja orkusemju skjótt í lag, sigur Lars Aagaard.

Dansk Energi er til reiðar við 11 tilmælum til eina nýggja orkuætlan, ið styrkir íløguhugin í vindmyllur, umbyggingar av orkuverkum frá koli til biomassa og orkueffektiviseringar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking