Ein av harðastu roynslunum hjá einum elriknum bili er ógvisligur kuldi. Minusstig fara illa við battaríunum og hava sostatt ávirkan á, hvussu langt bilurin kann koyra. Tí hava sviar royndarkoyrt Volvo C30 Electric í Norðursvøríki í kulda niður til minus 20 stig.
Volvo setir sum útgangsstøði somu krøv til C30 Electric sum til aðrar Volvo’bilar, og elbilurin fer ígjøgnum somu royndir. Harumframt er ein royndarskipan ment serliga til battaríriknar bilar. Tilsamans hevur C30 Electric verið ígjøgnum meira enn 200 ymiskar royndir.
Battaríini kunnu hitast upp
- Vit eru noydd at tryggja okkum, at C30 Electric megnar tað, hann skal, tá hann koyrir, er parkeraður og verður løddur undir ymiskum umstøðum - frá vanligum veðri til sera kalt ella sera heitt veður. Norðursvøríki er vælegnað stað til royndir í froststigum, greiðir Lennart Stegland, stjóri á deildini fyri serakfør hjá Volvo, frá.
Ymsar skipanir tryggja, at C30 Electric virkar optimalt í øllum veðri. Ein serlig skipan syrgir fyri at køla ella hita battarípakkan, alt eftir tørvi. El-motorurin og elektronikkurin eru vatnkølandi. Og at enda kann ferðafólkakabinan hitast upp á tvinnar ymiskar hættir, annaðhvørt við hjálp av einum bioetanol-riknum kabinuhitara – sum ikki ávirkar koyrivíddina – ella við at lata luftútbúnaðin koyra upp á ravmagn frá battaríunum.
Førarin kann sjálvur programmera og kontrollera luftútbúnaðin. ”Etanol” er standard-innstillingin og tann, ið brúkt verður, tá battaríkapasiteturin skal brúkast til at koyra so langt sum gjørligt. Men t.d. á styttri túrum kann ein saktans loyva sær at brúka battaríkapasitet til at dríva luftútbúnaðin.