Volvo PV og Siemens kunngjørdu á tíðindafundi í München í gjár, at tær báðar fyritøkurnar hava tikið upp elbilasamstarv.
Dentur verður lagdur á felags menning av elrakstrartøkni, orkuelektronikki og løðingartøkni, umframt integrering av hesum skipanunum í Volvo C30 Electric.
Fyrst við nýggjari tøkni
Volvo-stjórin Stefan Jacoby er sjálvandi væl nøgdur við at fáa týska ídnaðarrisan sum samstarvsfelaga.
– Teirra heimsleiðandi førleikar og royndir fara at lyfta tøknina í okkara elbilum upp á eitt munandi hægri stig. Mál okkara er at vera fyrst við nýggjastu tøknini innan elektriskan rakstur. Samstarvið styrkir evni okkara til at gagnnýta skjótt vaksandi marknaðin fyri elbilar, sigur Jacoby í einum tíðindaskrivi. Í vár søkti Volvo eftir nýggjum verkfrøðingum, m.a. fyri at økja kapasitetin á elektrifisering.
Í og uttan fyri bilin
Fyri Siemens snýr tað seg um at fáa kjølfest seg sum ein alheims veitara av skipanum bæði í og uttan fyri elektrisk akfør.
– Vit síggja okkum sjálvar sum slóðarar á øllum økjum innan elektriskan flutning. Samstarvið við Volvo er ein týdningarmikil varði í menningini av komponentum og skipanum av hægstu góðsku til elbilar, sigur Siegfried Russwurm, ið er stjóri fyri Siemens Industry Sector í somu fráboðanini.
Næsta ár
Fyribils eru bert protýpur gjørdar av elektriska C30-bilinum. Í ár fer Volvo undir sokallaða smáskalaframleiðslu av bilinum. Í 2012 byrjar seriuframleiðslan av løðingarføra hybridinum V60 plug-in.
200 av elbilunum næsta ár skulu brúkast í sambandi við royndarátøk hjá Siemens. Sambært einum tíðindaskrivi frá svium verða bilarnir útgjørdir við einum 108 kW elmotori frá Siemens. Frammanundan hevur C30 Electric eina effekt upp á 80 kW (=108 hk).
Fyrstu prototýpurnar vóru útgjørdar við 24 kWh litiumionebattaríum frá EnerDel, sum geva eina koyrilongd upp á 160 km.