Vit skulu venja okkum við hægri oljuprísir

- Seinasta príslopið er eitt týdningarmikið tekin um, at vit noyðast at venja okkum við hægri orku- og rávøruprísir í framtíðini, sigur Danske Bank.

Hækkandi oljuprísirnir í kjalarvørrinum av ófriðinum í Egyptalandi eru tekin um, at vit skulu venja okkum við hægri prísir á orku og rávørum.

Tað sigur Christin Tuxen, greinari í Danske Bank, í eini nýggjari greining av prísgongdini á altjóða oljumarknaðunum.

Ófriðurin í Egyptalandi hevur elvt til so stóra stúran fyri framtíðar trygdini fyri oljuveitingunum, at prísurin á eini tunnu av ráolju nú er farin uppum 100 dollarar.

Ikki upp á 150 dollarar

- Vit vænta ikki, at hækkingin uppum hetta psykologiska týdningarmikla markið ber í sær, at vit aftur eru á veg ímóti teimum 150 dollarunum, sum vit vór nær við á sumri 2008. Men seinasta príslopið er eitt týdningarmikið tekin um, at vit noyðast at venja okkum við hægri orku- og rávøruprísir í framtíðini, skrivar Christin Tuxen, sum tó samstundis ikki væntar, at oljuprísirnir fara at hækka ógvisliga í bræði.

- Sum er hevur felagsskapurin av oljuframleiðandi londum, OPEC, nógva olju á goymslu, soleiðis at tey kunnu skrúva oljukranarnar frá og harvið fyribyrgja fleiri príshækkingum. Harumframt er heimsbúskapurin í løtuni í eini støðu, har vøksturin hevur víst seg nøkulunda sjálvberandi, uttan tó at vera serliga langtíðarhaldgóður, sigur hann.

Greiningin hjá Danske Bank festir seg harumframt í samanhangin millum oljuprísir og kursin á evruni.

Oljan hækkar meira enn evran

- Tað er av týdningi at geva gætur, at keypsorkan av evruni - og harvið av donskum krónum - til í heyst vanliga vaks, tá oljuprísurin hækkaði, og harvið loftaði eitt sindur av hækkingini í oljuprísinum sæð úr einum evropeiskum sjónarhorni.

Í seinastuni hava vit tó sæð, at oljan er hækkað meira enn evran, og harvið er oljan, avroknað í evrum, vorðin lutfalsliga dýr.

Heldur henda gongdin fram, kann hetta t.d. hava við sær, at bensinprísirnir fara at hækka munandi, ávarar bankin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking