- Umleið 77 prosent av orkuni í 2050 kunnu koma frá varandi orkukeldum. Men hetta veldst um politikkin, ið verður rikin.
Hetta sigur Rajendra Pachauri, leiðari fyri ST-veðurlagspanelinum.
Hann var hjástaddur, tá ein samandráttur av serligu frágreiðingini hjá veðurlagspanelinum um varandi orku og veðurlagsbroytingar (SRREN) í dag varð almannakunngjørd í Abu Dhabi.
– Tú finnur neyvan nakað so umfatandi, fullkomið og væl úr hondum greitt tilfar um varandi orku sum í hesi frágreiðingini, sigur Pachauri.
407 exajoules
Í frágreiðingini verða fýra framtíðarmyndir greinaðar til botns til tess at geva eina umboðandi mynd av teimum tilsamans 164 scenariunum, høvundarnir hava lagt fram. Mest bjartskygda framtíðarmyndin sigur, at varandi orka kann standa fyri 314 av 407 exajoule av heimsins orkunýtslu í 2050.
Framtíðarmyndin við lægstu metingunum av varandi orku er upp á 15 prosent í 2050, við eini nýtslu upp á 749 exajoule.
314 exajoule svara til 87.222 terawatttímar (TWh), meðan 407 exajoule svara til 113.055 TWh. Til sammetingar kann nevnast, at vatnframleiðslan í Norra er upp á 120 TWh, og norski oljuútflutningurin liggur um 2500-3000 TWh.
Sambært veðurlagspanelinum eru 314 exajoule tríggjar ferðir samlaðu orkunýtsluna hjá USA í 2005 og tríggjar ferðir samlaðu orkunýtsluna hjá ES.
Sambært samandráttinum av frágreiðingini eru bert 2,5 prosent av tøkniligu møguleikunum fyri varandi orku gagnnýtt higartil. Sostatt eru meira enn 97 prosent ónýttir.
Í 2008 stóð varandi orka bert fyri 13 prosentum av heimsins orkuframleiðslu, sum tá var upp á 490 exajoule.
Stórur vøkstur
Men vøksturin innan varandi orku er støðugt vaksandi, umenn seint gongur. Av 300 gigawattum (GW) av nýggjum kapasiteti innan elframleiðslu í 2008 og 2009, komu 140 gigawatt frá varandi orkukeldum. Í 2009 vaks vindorkan 30 prosent, vatnorkan trý prosent, sólsellur til orkuframleiðslu 50 prosent, orka úr berghita 4 prosent, sólarhiti 20 prosent, etanol 10 prosent og biodiesel 9 prosent.
120 serfrøðingar úr øllum heiminum hava verið við til at gjørt frágreiðingina, sum er upp á meira enn 1.000 síður. Henda frágreiðingin er partur av grundarlagnum undir fimtu høvuðsfrágreiðingini hjá veðurlagspanelinum, sum kemur í 2014.
Dr. Ottmar Edenhofer legði í dag fram týdningarmestu tættirnar í frágreiðingini, sum er tann fyrsta frá veðurlagspanelinum, síðani fjórða høvuðsfrágreiðing teirra varð løgd fram í 2007.
– Tá var høvuðsboðskapurin, at neyðugt varð at skerja veðurlagsútlátið, men tíverri síggja vit ístaðin ein stóran vøkstur, sigur Edenhofer.
Og ikki nógmikið við tí, heimurin brúkar eisini orkuna minni effektivt enn áður - samstundis sum nýtslan av fossilari orku veksur.
Ikki minni enn 88 prosent av allari heimsins orkunýtslu í dag stavar frá fossilum orkukeldum.
Stórar íløgur í varandi orku
Spádómarnir um, hvussu stórar íløgur verða gjørdar í varandi orku fram til 2020 liggja millum 1360 til 5100 miljardir US dollarar, og millum 1490 til 7180 miljardir dollarar frá 2021-2030.
Edenhofer vísir á, at kostnaðurin fyri varandi orku er nógv fallin seinastu árini, og sumstaðni er hon nú kappingarfør við tær ikki-varandi orkukeldurnar. Men menningin av varandi orku krevur nýtt undirstøðukervi - annars fer vøksturin at steðga, leggur hann dent á.