Mylla 4, sum síðan september í fjør hevur staðið uttan veingir og generator, verður í løtuni sett saman aftur í Neshaga. Generatorin og hubburin ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, hevur verið allan vegin í Newcastle í Onglandi til umvæling hjá felagnum Houghton International.
Hósdagin varð generatorin monteraður, men ov nógvur vindur var til at seta hub og veingir á eisini. Væntandi verður hetta gjørt í vikuskiftinum.
Veingirnir, sum hava ligið á goymslu hjá Atlantic Supply Base í Føroyum, meðan restin hevur verið til umvæling í Ongandi, eru eisini komnar inn aftur í Neshaga og liggja klárar og bíða eftir betri monteringsveðri. Umboð fyri Iver Wind hava verið í Føroyum og umvælt veingirnar.
Myllurnar hava verið ávirkaðar av generatorskaðum síðani 2020 upp á skift, og ymsar royndir hava verið gjørdar fyri at rætta brekið, men á heysti í fjør, varð avgjørt at senda partar av myllu 4 til Onglands. Síðan ódnarveðrið 7. - 8. februar hava allar myllurnar í Neshaga staðið stillar.
Houghton International stendur fyri verkætlanini sum ein heildarveiting og hevur afturat sær undirveitararnar Iver Wind og Mest. Iver Wind stendur fyri at seta upp aftur.