Vinnumálaráðið ongan rætt at broyta SEV-konsessiónina

SEV hevur sent Vinnumálaráðnum eitt skriv, har Elfelagið vísir á, at Vinnumálaráðið ikki einsamalt kann broyta kunngerðina frá 1963.

Vinnumálaráðið kann ikki einsamalt broyta kunngerðina um konssessiónina hjá SEV, tí talan er um eina avtalu millum tveir partar, sigur Elfelagið.

SEV hevur sent Vinnumálaráðnum eitt skriv, har Elfelagið vísir á, at Vinnumálaráðið ikki einsamalt kann broyta kunngerðina frá 1963, sum er grundarlagið undir konsessiónini hjá SEV. Talan er um eina avtalu ímillum tveir partar, ið er galdandi til 2013, og har báðir partar skulu góðkenna møguligar broytingar.

Landsstýrið ætlar at broyta kunngerðina soleiðis, at Vinnumálaráðið í framtíðini ikki skal góðkenna el-prísirnar. Landsstýrið vil í staðin hava Kappingarráðið at góðkenna prísirnar, men hetta vil SEV ikki lata sær lynda, tí Kappingarráðið er ein eftirlitsmyndugleiki, ið umsitur eitt heilt annað øki. Kappingarráðið skal fremja fría og sakliga kapping, men í hesum førum er ikki talan um vanligar kappingatreytir, tí SEV er bundið av konsessiónini og veitingarskylduni, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr støðugan streym av somu góðsku og fyri sama prís alt samdøgrið, sama hvar í landinum elveitingin fer fram.

SEV metir, at landsstýrið hevur avgjørt at broyta loyvis-kunngerðina, tí málslýsingin í sjálvari viðgerðini av málinum hevur verið skeiv. SEV hevur tískil sent Vinnumálaráðnum eina nýggja málslýsing.

Málið hevur sín uppruna í, at Kappingarráðið bað SEV koma til samráðingar um el-prísirnar við tí endamáli at lækka prísirnar. SEV vildi ikki samráðast, tí tað er Vinnumálaráðið, sum góðkennir føroysku elprísirnar, og hóast SEV er fevnt av kappingarlógini, so eru elprísirnir regluleraðir av aðrari lóggávu og praksis í meira enn hálva øld.

Løgfrøðiliga eru fleiri fordømi í Føroyum og Danmark, har kappingarlógin noyðist at víkja, um onnur lóggáva regulerar prísásetingina. Hetta vísir SEV á í skrivinum til Vinnumálaráðið, eins og SEV eisini herfyri legði spurningin fyri Føroya Rætt at taka støðu til.

SEV heldur eisini, at tað er ábyrgdarleyst og lítið umhugsað á henda hátt at gera broytingar í skundi, samstundis sum fyrireikandi arbeiðið til nýggja elveitingarlóg og orkupolitikk, sum skal vera grundarlag undir møguligum broytingum, er í gongd.

- Áskoðan okkara er, at tað hevði verið rættari og tryggari - við atliti at elprísum, framleiðslueindum og elkervi - at steðga við broytingum, til fyrireikandi arbeiðið er liðugt, og grundarlagið at fremja broytingar á er fingið til vega, sigur SEV í skrivinum til Vinnumálaráðið, sum Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður, Leivur Hansen, stýrisformaður og Klæmint Weihe, stjóri, hava undirskrivað.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking