Vinnumálaráðharrin eigur at taka lógaruppskot aftur

Í hoyringsskrivi til uppskot um elveitingarlóg mælir SEV Bjarna Djurholm vinnumálaráðharra til at taka uppskotið aftur. Elfelagið skjýtur upp, at SEV, eigararnir og vinnumálaráðharrin í felag viðgera framtíðar elorkuøkið

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, eigur at taka uppskotið um elveitingarlóg aftur. Ístaðin eigur hann at viðgera framtíðar elorkuøkið saman við SEV og øllum kommununum, sum eiga elfelagið.

Tað sigur SEV í hoyringsskrivi til uppskot um elveitingarlóg, sum vinnumálaráðharrin hevur havt úti til hoyringar. Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava eisini í sínum hoyringsskrivum heitt á landsstýrismannin um at taka uppskotið aftur.

Í uppskotinum verða at kalla allar heimildir á elorkuøkinum fluttar til landsstýrismannin, men SEV og kommunurnar skulu sita eftir við veitingarskylduni og fíggjarligu ábyrgdini. Landsstýrismaðurin skal m.a. kunna áleggja SEV at útbyggja varandi orkukeldur fyri hundraðtals milliónir krónur uttan sjálvur at hava ábyrgdina av hesum. SEV mælir frá at skilja avgerðarrætt og ábyrgd sundur.

Í uppskotinum verður mælt til, at SEV heldur fram sum eitt netfelag, ið eisini kann framleiða elmegi á jøvnum føti við aðrar framleiðarar. Í hoyringsskrivinum vísir SEV á, at eitt slíkt netfelag verður ein “prügelknabe”. Kundarnir fara at krevja lægri elprísir, framleiðararnir fara at krevja hægri prísir frá felagnum, og landsstýrismaðurin fer at áleggja felagnum at fremja síni ynski.

Høvuðsendamálið við uppskotinum tykist vera at flyta at kalla allar heimildir á elorkuøkinum til landsstýrismannin. Høvuðsendamálið við uppskotinum átti hinvegin at verið at framt møguligar broytingar, sum gagna brúkarunum. Sannlíkindini fyri eitt nú lægri elprísum, hægri elgóðsku og betri veitingartrygd við fyriliti fyri umhvørvinum síggjast ikki aftur í uppskotinum, sjálvt um uppskotið fyrst og fremst átti at tikið støði í viðurskiftum, sum kunnu vera brúkaranum at gagni.

Í hoyringsskrivinum vísir SEV eisini á, at ES-skipanin hevur ásannað, at tað ber ikki til at fáa veruliga kapping í lag á elorkuøkinum í smáum samfeløgum, og tí verða sonevndar elektriskt avbyrgdar mikroskipanir undantiknar liberalisering í ES. Ein mikroskipan kann eftir ES-mátistokki vera upp til tvífalt so stór sum føroyska elkervið.


Uppskotið ber eisini brá av ognartøku, tí tað gongur loyvis- og ognarrættinum hjá SEV ov nær.

SEV mælir til hóvsemi, tá talan er um møguligar broytingar á elorkuøkinum, sum er ein lívæðr í samfelagnum. Tað er ein sannroynd, at menningin av elkervinum hjá SEV er farin fram í meira enn hálva øld, og grundarlagið undir elfelagnum er framvegis ein samhaldsføst, fólkaræðislig skipan, sum allar føroysku kommunurnar eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Tað rakstraravlop, sum SEV fær burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýtt til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður avlopið øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist. Tað er sannlíkt, at elprísurin hækkar, um elveitingarlógin verður samtykt, tí m.a. fleiri einstakir elframleiðarar skulu hava burturav tí avlopi, sum allir føroyingar í dag fáa ágóðan av.

Tak hoyringsskrivið niður her.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking