Í kappingini í www.brukaminni.fo var ein vinningur ein pakki við 10 LED elperum. Tveir vinnarar vóru í Miðøkinum og ein vinnari býr á Tvøroyri. Vinnarar av 10 LED perum
Í kappingini í
www.brukaminni.fo var ein vinningur ein pakki við 10 LED elperum.
Tveir vinnarar vóru í Miðøkinum og ein vinnari býr á Tvøroyri. Leif Mohr í Havn hava saman við LED.fo latið hesar LEDperur.
Um LED perur kann sigast, at tær brúka sera nógv minni elorku enn tær vanligu gløðiperrurnar, men eisini væl minni elorku enn vanligu “spariperunar”
Vanligu gløðiperunar fara av markanðinum í ár, so fyri eftirtíðina fara vit bara at kunna keypa spariperur og LEDperur.
Eitt lítið roknistykki vísir munin á bæði elorkuni og hvat hetta kostar. Um vit rokna við eini vanligari 60 Watt peru, sum hongur yvir køksborðinum, og sum er tendrað í 8 tímar dagliga, so brúkar henda pera 175 kWh árliga og hetta kostar 320 kr fyri bert hesa peruna.
Skifta vit hesa gløðiperu við eina 15Watt spariperu, so brúkar hendan 44 kWh árliga og hetta kostar 80 kr.
Verður peran skift við eina 3Watt LED peru, so brúkar hendan 9 kWh árliga og hetta kostar bert 16 kr fyri hesa peruna.
Sparingin í elorkunýtsluni er 304 kr árliga fyri bert hesa peruna, og sjálvt um henda LEDpera enn kostar rímuliga nógv at keypa, so er keypsprísurin spardur inn aftur innan eitt ár.