Um fá ár verður vindorka bíligari enn orka úr fossilum brennievnum sum olju, koli og gassi.
Tað sigur Peter Wenzel Kruse, deildarstjóri í donsku vindmyllufyritøkuni Vestas sambært Ritzau Finans.
- Okkara "cost of energy" verður minni enn fyri fossil brennievni. Um fimm-tíggju ár verða vit bíligari enn fossil brennievni, sigur hann.
Negativa cash flowið hjá Vestas síðani kredittkreppan tók seg upp, hongur sambært deildarstjóranum saman við, at Vestas í hesum tíðarskeiðnum hevur gjørt stórar og neyðugar íløgur í verksmiðjur kring heimin til tess at koma nærri teimum stóru marknaðunum.
Íløgurnar falla
Men í framtíðini verða íløgurnar færri, sigur Peter Wenzel Kruse.
- Í framtíðini verða íløgur okkara í fysiska útgerð lutfalsliga færri í mun til umsetningin. Vit eru komin somikið langt, at vit kunnu siga fólki, hvat tey kunnu gera fyri okkum, og nógvar fyritøkur úti í heimi eru á veg inn í vindorku, sigur hann.
Meiri tænastuvirksemi
Umframt færri íløgur dúvar Vestas upp á, at tænastuvirksemið hjá fyritøkuni skal vaksa og tryggja henni eina javnari inntøku.
- Vit eru í ferð við at menna tænastuvirksemi okkara. At kalla allar avtalur umfata eina tænastuavtalu, og hetta tryggjar meiri støðufesti í framtíðini, sigur Peter Wenzel Kruse.
Vestas roknar annars við, at fyritøkan fer at kunna gagnnýta kapasitet sín betri í øðrum hálvári enn í fyrra hálvári.