Danska nevndin viðvíkjandi Videnskabelig Uredelighed (UVVU) hevur fríkent 14 granskarar fyri at vera vísindaliga óreiðiligar í sambandi við eina frágreiðing um, hvussu stórur partur av donsku vindorkuni verður útfluttur.
Henrik Lund, professari á Aalborg Universiteti, stóð á odda fyri 14 donskum granskarum, sum í februar 2010 góvu út frágreiðingina "Danish Wind Power Export and Cost", sum var eitt svar til eina sera atfinningarsama frágreiðing um danska vindorku frá Cepos.
Hann sigur við Megawatt Nyt, sum danski vindmylluídnaðurin gevur út, at úrskurðurin var væntandi.
Teir 14 granskararnir, ið koma frá fleiri donskum universitetum, samstarvaðu í verkætlanini "Coherent Energy and Environmental System Analysis (CEESA)".
Ósemjan millum Cepos og CEESA snúði seg um útflutningspartin av framleidda vindmyllustreyminum í Danmark. Í stuttum helt Cepos uppá, at hann er stórur, CEESA at hann er sera lítil – umleið eitt prosent.
Ein triði spælari kærdi
Tað var ein triði spælari, felagið fyri Reel Energi Oplysning (REO), sum kærdi CEESA-granskararnar fyri UVVU i mai 2010.
Formaðurin í REO, Bertel Lohmann Andersen, vildi vera við, at niðurstøðurnar í CEESA-frágreiðingini vóru grundaðar á "uoplyst selektiv eller skjult kassation af egne uønskede resultater", ið er ein orðing, sum verður nýtt um vísindaligt fusk.
Berthe Marie Willumsen, Dorthe Hammershøi, Peter Sigmund, Susanne Bødker í Udvalget for Natur-, Teknologi- og Produktionsvidenskabelig Forskning (UNTPF) hava saman við Henrik Gunst Andersen, ið er formaður fyri UVVU, víst kæruna frá sær.
Tey skriva m.a. soleiðis í avgerð síni:
”Udvalget kan således ikke tilslutte sig klagerens påstand om, at der skulle være tale om skjult kassation af egne uønskede resultater. Det er udvalgets opfattelse, at der i stedet er tale om videnskabelig uenighed mellem klager og de indklagede. Udvalget kan ikke behandle sager, der vedrører videnskabelig uenighed.”
Bertel Lohmann Andersen hevur í limablaðnum hjá REO, Ren Energi, gjørt greitt, at felagið tekur avgerðina til eftirtektar.