Vindorkuframleiðslan setir met

Vindorkuframleiðslan setir met

Elframleiðslan fyrstu 3. ársfjórðingarnar í 2023

Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt. Elverkini í Føroyum framleiddu tilsamans 332 GWt fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár. Tað er ein vøkstur á góð 5% í mun til sama tíðarskeið í 2022. Av hesum vóru 74 GWt vindorka, og tað er met. Sama tíðarskeið í fjør kom vindorkan upp á 46 GWt tilsamans fyri alt landið.

Størsti vøksturin er í meginøkinum, t.e. 6,2%, meðan elframleiðslan í Suðuroy minkaði 6,2% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Býtið millum orkukeldurnar er 47,3% varandi orka og 53,2% olja. Tað er 1% meira av varandi orku enn sama tíðarskeið í fjør.

Í Meginøkinum er býtið 46,8% varandi orka og 53,2% termisk orka, ella júst tað sama sum í 2022. Úrtøkan úr varandi orku øktist við 6,3%, men vøksturin í nýtsluni ger, at prosentbýtið verður óbroytt.

Samlaða elframleiðslan fyri alt landið var yvir 80% burðardygg í tilsamans 25 samdøgur, meðan talið fyri meginøkið fyri seg er tilsamans 27 samdøgur við yvir 80% burðardyggari framleiðslu.

Meira vindur og minni regn

Elframleiðsla úr vindorku er økt heili 58%, men úrtøkan úr vatni er minkað við 21%. Hetta er fyrsta árið at vindorkan fer upp um vatnorkuna, við tað at vindur stóð fyri 74 GWt og vatnorka fyri 67 GWt.

Minni er fingið burturúr vatnorku, m.a. tí at ein av turbinunum á Eiðisverkinum hevur verið óvirkin eitt tíðarskeið vegna umvæling, umframt at byrgingin í Heygadali var tóm eitt skifti í summar vegna eftirlit og dagføring. Høvuðsorsøkin er tó, at 2023 var eitt munandi turrari ár enn 2022. Avfallsmátarin á Mýrunum uppi yvir Vestmanna máldi 2018 mm í 2022, meðan tað ikki regnaði meira enn 1345 mm, fyrstu 3. ársfjórðingarnar í 2023.

Økta vindorkuframleiðslan stendst í stóran mun av nýggju vindmyllulundunum í meginøkinum og av stabiliserandi tøknini í Suðuroynni. Býtið innan vindorku er soleiðis: Effo/Vindrøkt 40,5 GWt, Magn/LÍV 16 GWt, Vindfelagið í Húsahaga 13 GWt, Røkt 3,3 GWt, Vindfelagið í Neshaga 0,6 GWt.

Sundsverkið hevur staðið fyri størsta partinum av elframleiðlsuni í meginøkinum fyrstu 3 ársfjórðingarnar, t.e. 53% ella 164 GWt, sum er 6,5% meira enn í fjør.

Stabiliserandi tøkni við battaríum og synkronkompensatori verður í hesum døgum royndarkoyrd á Sundi, og væntast í rakstri fyrsta dagin.

Gongur alt sum tað skal, fer seinasti fjórðingur av árinum væntandi at hylnast væl við vindorku í meginøkinum. Partvís tí at við stabiliserandi tøknini fer at bera til at taka meira vindorku inn á netið enn higartil, og partvís tí, at nýggja tøknin hevur við sær, at at minni motormáttur skal til fyri at stabilisera netið. Hetta merkir, at dieselmotornarnir á Sundi væntandi fara at koyra nakað minni, tá góð líkindi eru til elframleiðslu úr vatni og vindi.

Suðuroyggin 100% grøn í 75 samdøgur

 

Munandi meira er fingið burturúr varandi orkuni í Suðuroy higartil í ár enn í meginøkinum. Fyrstu 9 mánaðirnar eru 55% av orkuni í Suðuroy úr varandi orku, harav umboðar vindorka 42% og vatnorka 13%. 2023 er fyrsta heila árið við stabiliserandi tøknini í Porkeri, og higartil hevur gingist væl, og tøknin riggar sum ætlað.

Í tilsamans 95 samdøgur var elframleiðslan í Suðuroy yvir 80% burðardygg, og í 75 samdøgur var alt elvirksemið í Suðuroy 100% burðardygt.

Vágsverkið hevur framleitt 34% minni úr olju enn í fjør, t.e. 11 GWt í mun til 17 GWt í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at oljunýtslan á Vágsverkinum minkar. Nýtslan í ár er á sama støðið sum fyi 30 árum síðan, tá samlaða elframleiðslan í Suðuroy var á leið helvtina av framleiðsluni í dag.

Leggjast skal tó afturat, at minkingin í nýtsluni í Suðuroy á góð 6% ger sítt til minkandi framleiðslu úr olju. Minkingin stendst  m.a. av minni virksemi hjá Varðanum Pelagic.

Sólorkuverkið í Sumba roynist enn væl, og hevur framleiðslan í ár verið 5% betri enn í fjør, íalt 168.000 kWt.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking