Í Danmark er gongd av álvara komin á vindorkuútbyggingina við størri og effektivari vindmyllum á landi.
Tað skrivar Politiken í dag.
Nýggj tøl frá Orkustýrinum vísa, at í 2010 vórðu 60 myllur settar upp við einum kapasiteti upp á 156 MW - svarandi til ársnýtsluna hjá meiri enn 100.000 húsarhaldum.
Sjálvt um fleiri hundrað minni myllur samstundis vórðu tiknar niður, er samanlagt talan um størstu útbyggingina av vindmyllustreymi síðani 2002. Hetta merkir, at ein fjórðingur av donsku elnýtsluni nú kemur frá vindmyllum, skrivar Politiken.
Málið hjá donsku stjórnini er annars, at myllur við einum kapasiteti upp á tilsamans 180 MW skulu setast upp á hvørjum ári fram til 2020.
Iðra seg um lyfti
Fleiri kommunur iðra seg tó um lyftini, tær hava givið stjórnini um at seta fleiri myllur upp. Randers og Svendborg eru millum teirra, ið hava hert serreglurnar um fjarstøðukrøv, og Ringsted vil als ikki hava fleiri myllur.
Hetta harmar stjóran í Vindmylluídnaðinum, Jan Hylleberg.
- Tað er púra burturvið, at kommunurnar gera sínar egnu reglur ístaðin fyri tær, sum Fólkatingið hevur samtykt, sigur hann, men fegnast samstundis um, at ferð "hóast alt er komin á vindorkuútbyggingina, soleiðis at donsku mylluframleiðararnir aftur hava fingið ein hampuligan heimamarknað".
2011 verður nýtt metár
Formaðurin í teknisku- og umhvørvisnevndini hjá danska kommunufelagnum, Martin Damm, sigur, at kommunurnar í 2010 væl og virðiliga hildu gomlu avtaluna við stjórnina.
- Og hetta verður helst eisini gjørt í 2011 - sum væntandi verður nýtt metár, sigur Martin Damm.
Hann viðgongur tó, at trupuleikkar fara at taka seg upp í árunum kring 2015, tá fleiri av teimum minnu myllunum fella fyri aldursmarkinum og skulu takast niður. Fleiri av hesum myllum standa so stutt frá húsum, at tað ikki ber til at seta nýggju stóru myllurnar upp uttan at bróta krøvini um óljóð og fjarstøðu.
Setast upp framvið motorvegum
- So vit mugu tosa við stjórnina um møguleikarnar fyri at seta myllurnar upp framvið motorvegunum ella hvussu vit annars skulu loysa henda trupulleika, sigur Martin Damm.
Eisini veðurlags-og orkumálaráðharrin Lykke Friis (V) peikar á motorvegirnar sum ein staðsetingarmøguleika.
Ráðharrin leggur dent á, at meginparturin av vindútbyggingini fer fram á sjónum. Og sjálvt um hon heldur tað vera "spell, at nakrar kommunur ikki vilja taka meðábyrgd fyri grønu umleggingini", ætlar hon "ikki at seta seg upp ímóti kommunala sjálvstýrinum við harraboðum úr Christiansborg".