Vindorkan verður rætt avroknað

Vindorkan verður rætt avroknað
Grundarlagið undir avrokning fyri vindorkuna, við inntøkutrygd fyri 41,4 GWt um árið, varð lagt við útbjóðing og tilboði í 2012, og hevur verið mannagongd síðani vindmyllulundin fór undir rakstur í 2014

Í grein 12. juli 2020 vil vp.fo vera við, at SEV hevur rindað ov mikið fyri vindorku, sum elfelagið hevur keypt frá dótturfelagnum P/F Vindfelagið í Húsahaga. VP byggir hetta á ta fatan, at vindfelagið ikki hevur krav uppá, at SEV keypur streym, sum vindfelagið ikki leverar, t.d. tá eingin vindur er. Altso at eingin inntøkutrygd er. Hetta er ein misskiljing, og SEV hevur ikki rindað ov nógv til dótturfelagið fyri vindorkuna.

Tá vindmyllulundin varð boðin út í 2012, gjørdi myndugleikin (tá Jarðfeingi) greitt, at grundarlagið, sum bjóðast kundi uppá, var 41,4 GWt og at inntøkutrygd var fyri í minsta lagi 41,4 GWt um árið, tó við teirri treyt, at vindmyllurnar vóru tøkar. Hetta merkir, at framleiðarin er tryggjaður eina inntøku, ið svarar til 41,4 GWt um árið, eisini um minni av vindorku verður framleidd, treytað av, at vindmyllurnar til eina og hvørja tíð eru tøkar hjá netinum hjá SEV.

Tá SEV avroknar við P/F Vindfelagið í Húsahaga verður hædd tikin fyri, at vindmyllurnar hava verið tøkar. Í teimum førum onkur av myllunum ikki hevur verið tøk, eitt nú vegna skaða, verður hetta mótroknað.

Misskiljingin hjá VP stendst allarhelst av, at inntøkutrygdin, sum myndugleikin gav øllum tilboðsgevarum í 2012, og sum var partur av góðtikna tilboðnum hjá SEV, av misgáum ikki er nóg neyvt orðað í sjálvari prísavtaluni millum SEV og dótturfelagið. Henda prísavtala millum SEV og dótturfelagið, sum VP vísir til, varð skrivað og formaliserað seinni.

Samskiftið, sum VP vísir til í greinini, er partur av samskifti, sum fer fram millum SEV og myndugleikan um at fáa hetta neyvari orðað í galdandi prísavtalu.

http://www.vp.fo/news/sev-hevur-rindad-egnum-dottirfelag-ov-nogv-i-mun-til-prisavtalu


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking