Vindorkan í Svøríki farin uppum 5 TWh

Hetta svarar til 3,5 prosent av samlaðu elnýtsluni.

Sviar hava seinastu 52 vikurnar gjørt 5,03 terawatt-tímar (TWh) av vindorku.
Tað upplýsir Svensk Energi.
Hetta svarar til 3,5 prosent av samlaðu elnýtsluni í Svøríki.
Vinnur støðugt fram
Í Týsklandi var framleiðslan av vindorku í sama tíðarskeiði tvær ferðir so stór, í Spania 16 prosent (43 TWh) og í Danmark 27 prosent (8,6 TWh).
Men vindorkan vinnur støðugt fram í Svøríki. Fyri tveimum árum síðani fór hon uppum 2 TWh. Framleiðslan er sostatt økt við 150 prosentum síðani tá.
Vattenfall stórar ætlanir
Almenna orkufyritøkan Vattenfall hevur júst tikið higartil størstu vindmyllupark sína á landi í nýtslu í býnum Fredrika í Åsele kommunu. Parkin fevnir um 40 myllur við einum samlaðum mátti upp á 78 MW. Hon skal eftir ætlan gera 240 GWh av el um árið, svarandi til ársnýtsluna hjá 50.000 svenskum húsarhaldum.
Vattenfall hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 26 miljardir svenskar krónur í nýggjar vindmylluparkir fram til 2015.
Sambært altjóða vindorkufelagsskapinum GWEC lá Svøríki á tíggjunda plássi í heiminum innan vindorkuútbyggingar í 2010 við 604 MW av nýggjari orku. Ovast á listanum liggur Kina, sum 30 faldaði sína vindorku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking