Vindorkan í Evropa veksur við miklari ferð

Sjómyllurnar fara at stinga seg upp í Evropa næstu tíggju árini.

Hvørt ár fram til 2020 verða í meðal 3.750 megawatt av vindmyllum settar upp á sjónum í Evropa, svarandi til eitt marknaðarvirði upp á 75 miljardir krónur um árið.

Tað vísir ein uppgerð, ið er grundað á virkisætlanirnar, sum øll tey 27 ES-londini hava gjørt.

Sostatt er full ferð á menningini av vindmyllum á sjónum. Til samanberingar vórðu í fjør bert 880 MW av sjómyllum settar upp í øllum ES.

Størsti vøksturin í Norðurevropa

Við einum árligum frálanda marknaði, fýra ferðir størri, fer hetta at hava við sær eitt marknaðarvirði upp á umleið 75 miljardir krónur.

Norðurevropeisku londini eru á odda í vindmylluvøkstrinum á sjónum næstu tíggju árini. Í Bretlandi verður útbygt við 1.100 MW um árið. Harvið verður útbyggingin á sjónum eins stór og á landi.

Onnur lond eisini stórar ætlanir

Týskland ætlar at seta umleið 900 MW upp um árið bæði á landi og á sjógvi. Men eisini lond sum Frakland og Holland hava ætlanir um munandi útbyggingar hetta til 2020.

Nýggja uppgerðin er bygd á virkisætlanirnar, sum ES-londini hava latið ES-nevndini fyri, hvussu tey ætla at røkka málunum hjá ES fyri varandi orku, og eru sostatt meira enn leysir vindar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking