SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Vindorka trokar kolorku av

Vindorka trokar kolorku av

Kostnaðurin fyri vindorku á landi er fallin, og um allan heim trokar vindorka kolorku av.

Kostnaðurin fyri vindorku á landi er søguliga lágur í løtuni.

Nógvastaðni kann vindorka nú kappast í prísi við ravmagn frá kolorkuverkum.

Tað vísir ein kanning, sum altjóða marknaðarstovnurin Bloomberg New Energy Finance hevur gjørt.

Kappingarførur

- Síðsta prísskráin fyri vindmyllur vísir, at vindurin av álvara er í ferð við at gerast kappingarfør kelda í orkuframleiðsluni, sigur Michael Liebreich, stjóri í BNEF, sambært Teknisk Ukeblad.

Orsøkin til prísfallið er millum annað størri máttur og lægri prísur á vindmyllunum. Prísirnir eru teir lægstu síðani 2005.

Ávirkar elprísin

Prísfallið ávirkar elprísin, og kanningin avdúkar, at fleiri vindætlanir í USA, Brasil, Svøríki og Meksiko eru førar fyri at veita el fyri minni enn 39 norsk oyru fyri kilowatttíman, skrivar Teknisk Ukeblad.

Prísurin er uttan statsstuðul, men umfatar kapitalkostnaðir og viðlíkahaldskostnaðir.

Til samanberingar nevnir kanningin ein meðalprís fyri kolorku upp á umleið 40 oyru/kWh og 32 oyru/kWh fyri gassorku.

Prísgongdin

Kanningin er grundað á 150 vindmyllusáttmálar, sum umfata útivið 7.000 MW, fyrst og fremst í Evropa og USA.

– Seinastu árini hevur prísurin á vindmyllum verið hækkandi, orsakað av stórum eftirspurningi um allan heim, og hækkandi stálprísum. Handan leiktjøldini hava vindmylluframleiðararnir arbeitt við at skerja kostnaðin, og nú síggja vit, hvussu bílig vindorkan kann vera, tá yvirkapasitetur er, sigur Liebreich.

Umfatar allan heimin

Prísfallið kemur ikki serliga væl við hjá vindmylluframleiðarunum, men er góður tónleikur í oyrunum á teimum, ið arbeiða við vindætlanum. Samstundis økir hetta um kappingarførleikan hjá vindorkuni sum orkukeldu.

Prísfallið er fyrst og fremst ein avleiðing av stóru vindorkuútbyggingini í USA, men kemur annars til sjóndar í øllum heimspørtum, vísir kanningin hjá Bloomberg New Energy Finance.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking