Japan er nú farið í holt við at menna flótandi vindmyllur, ið kunnu standa á djúpum vatni.
Landið hevur ætlanir um at seta seks vindmyllur upp út fyri har, sum kjarnorkuverkið Fukushima Dai-ichi stendur. Verkið fórst illa undir jarðskjálvtanum og flóðalduni 11. mars.
Sambært Reuter-tíðindastovuni ætlar Japan at vera fyrst við flótandi vindmyllum.
Í hesum sambandi ætlar Japan næstu fimm árini at brúka millum 700 og 1400 miljónir krónur upp á at fáa seks ella fleiri flótandi vindmyllur settar upp út fyri strondini har norðuri í landinum.
Mitsubishi Heavy Industries og Fuji Heavy Industries skulu luttaka í menningini av vindmyllunum.