Vindorka kostar donskum elkundum milliardir

Danskir elkundar rindaðu 1,7 milliardir í stuðli til vindorku í 2005, sum í veruleikanum komu norskum og týskum brúkarum til góða, skrivar Morgenavisen Jyllandsposten í dag

Tær 5279 vindmyllurnar í Danmark hava í fleiri ár kostað donskum elkundum milliardir. Tað skrivar Morgenavisen Jyllandsposten sambært nýggjum tølum frá Energistyrelsen og Ríkisgrannskoðanini.

Tøl frá Energistyrelsen vísa, at í 2005 rindaðu danskir skattgjaldarar vinmyllueigarum tilsamans 1,7 milliardir krónur í stuðli, og Ríkisgrannskoðanin staðfestir í eini nýggjari frágreiðing, at í árunum 2001-2005 hevur stuðulin til grøna orku verið tilsamans 21,6 milliardir krónur.

Í greinini verður víst á, at í veruleikanum kemur stuðulin eitt nú norskum og týskum brúkarum til góða, og at danskir brúkarar sostatt ikki fáa ágóðan av tí stuðli, teir sjálvir rinda umvegis skattin.

Tá ið nógvur vindur er, framleiða donsku vindmyllurnar so nógv, at danskarar hava ikki brúk fyri allari framleiðsluni. Tískil verður stórur partur av elframleiðsluni latin útlendskum brúkarum fyri einki, ella keypa teir streymin sera bíliga úr Danmark.

Eisini verður víst á, at trupulleikin hjá donsku elkundunum er, at politiski myndugleikin hevur lovað donsku vinmyllueigarunum ein høgan avrokningarprís – í mesta lagi 0,60 krónur fyri kilowatt-tíman.

Les meira á www.epn.dk


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking