15. juni er altjóða vinddagur – Global Wind Day.
Síðan 1993 eru 841.479 MWt av vindorku framleiddir inn á netið hjá Sev.
Tað hevur spart okkum fyri 181.000 tons av olju og 597.000 tons av Co2 útláti.
Fyrsta myllan hjá Sev var ein 150 kW Nordtank mylla, sum varð verksett í Neshaga í mars 1993. Hon framleiddi fram til 2021, tá hon fekk óbótaligan skaða av snarljósi. Fyri hetta vóru royndarverkætlanir við vindorku ymsa staðni í Føroyum.
Nú er vindorkuframleiðsla í Húsahaga, Flatnahaga og á Gellingarkletti uppi yvir Havnini, í Neshaga, í Porkerishaga og uppi yvir Vestmanna. Tríggir vindorkuframleiðarar eru í Føroyum, t.e. LÍV/Magn, Effo/Vindrøkt og Sev.
Harumframt tryggja battarískipanir og synkronkompensatorar, at vindorkan verður gagnnýtt betur, so at meira fæst burturúr.