Nýggjur vindorkumáttur upp á 18,4 MW varð tikin í nýtslu í Norra í fjør.
Samstundis vórðu 14 MW tikin úr framleiðslu.
Tað skrivar Teknisk Ukeblad við norska elveitingareftirlitinum NVE sum keldu.
906 GWh
Sambært NVE framleiddu norsk vindorkuverk 906 GWh í 2010 ímóti 980 GWh árið fyri. Í Norra er vindorkan nú komin upp á tilsamans 435 MW, lutað sundur á 17 vindorkuverk omanfyri 400 kW.
Meðal myllustøddin er útivið 2,2 MW. Vindorkan stóð fyri 0,7 prosentum av landsins samlaðu orkuframleiðslu í fjør.
Hjá flestu orkuverkunum er ársframleiðslan eitt sindur lægri enn roknað varð við. Óneyvar staðsetingar av vindmyllunum elva til óstøðuga framleiðslu, men hetta er kortini ikki øll forkláringin, sigur NVE.
- Høvuðsorsøkin til fallið í framleiðsluni í fjør var, at talan var um eitt óvanliga vánaligt ár til vind, sigur Knut Hofstad, verkfrøðingur á NVE, við Teknisk Ukeblad.