Vindmyllur til húsbrúk í mótvindi

Nógvir vindmyllueigarar eru ónøgdir við myllurnar, tí tær als ikki veita lovaðu orkuna.

Nógvar smáar vindmyllur stinga seg upp í landslagnum í hesum árum - eisini í Føroyum.

Men fleiri nýggir vindmyllueigarar eru ónøgdir við sína íløgu. Tað vísir seg nevniliga, at myllurnar ikki veita so nógvan streym, sum framleiðarin hevur lovað, skrivar jpn.dk.

Afturgjaldingartíð upp á 60 ár

Karsten Søgaard úr Billund er ein av ónøgdu donsku vindmyllueigarunum. Hann hevur keypt eina 3 kW myllu til húsbrúk, sum skuldi gera upp til 5.000 kilowatttímar um árið – tað lovaði framleiðarin í øllum førum.

Við vindmátingunum hjá framleiðaranum í umráðnum sum grundarlagi roknaði Karsten Søgaard við, at uml. 3.500 kilowatttímar um árið vóru møguligir. Tað svarar annars til árligu elnýtsluna hjá einum sparsomum húski.

Men tað vísti seg, at lyftini hjá framleiðaranum als ikki hildu. Myllan veitti lúsa 1.000 kilowatttímar um árið. Vindmyllan kostar uml. 110.000 kr., sum í hesum førinum merkir eina afturgjaldingartíð upp á uml. 60 ár. Til sammetingar er livitíðin hjá eini slíkari myllu mest sannlíkt nógv styttri.

Vánaligar myllur á veg út av marknaðinum

Danski stovnurin Energitjenesten, sum gevur óhefta og ókeypis orkuráðgeving, hevur havt fleiri ónøgdar vindmyllueigarar í horninum.

- Tað eru mest tær heilt smáu myllurnar, ið ikki kunnu gera lovaðu kilowatttímarnar, sigur Lars Campradt frá Energitjenesten.

- Men tíbetur síggja vit, at fleiri av teimum smáu vindmyllunum detta út av marknaðinum aftur. Hinvegin hava fólk sum heild góðar royndir við teimum størru myllunum til húsbrúk, sigur hann við jpn.dk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking