Danmark verður fyrsta landið í heiminum, ið setur í verk bindandi reglur fyri, hvussu nógvur sokallaður lágfrekventur larmur, ið má koma frá vindmyllum.
Tað upplýsir Karen Ellemann, umhvørvismálaráðharri, og sigur, at reglurnar longu eru klárar at verða sendar til hoyringar hjá teknikarunum.
Umframt vanliga larmin frá vindmyllum, geva vindmyllur eisini lágfrekventan larm, og fleiri borgarar hava kært um júst henda larmin.
Skulu kenna seg tryggar
- Eg vil hava, at borgararnir skulu kenna seg tryggar sum grannar hjá vindmyllum, og tí áseta vit sum tey fyrstu í heiminum eitt mark fyri lágfrekventa larminum frá vindmyllum, sigur Karen Ellemann sambært heimasíðuni hjá Jyllands Posten.
- Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at kommunurnar kunnu fáa sett upp allar vindmyllurnar, sum stjórnin ynskir í strembanini at fáa eitt fossifrítt samfelag, leggur hon aftrat.
Útgangsstøðið hjá danska umhvørvismálaráðnum er, at markvirðið fyri lágfrekventan larm frá vindmyllum skal liggja á 20 desibellum innandura.
Í gildi 1. oktober
Í dag er annaðhvørt eitt larmumark upp á 44 desibell uttan fyri húsini hjá grannanum ella eitt frástøðukrav upp á fýra ferðir samlaðu hæddina á mylluni, ið er avgerandi fyri, hvussu nær grannum vindmyllur kunnu setast upp.
Nýggju reglurnar verða galdandi fyri nýggjar myllur. Myllurnar, ið longu mala, fylgja teimum núverandi reglunum.
Umhvørvismálaráðharrin roknar við, at nýggju reglurnar koma í gildi 1. oktober.