Make Consulting, ið hevur vindmyllur sum sergrein, væntar ein vøkstur í nýggjari vindorku í 2011 upp á 18 pst., eftir eitt 2010, ið bert hevði eina framgongd upp á 3,5 pst.
Sambært fyritøkuni stóðu Kina og India fyri størsta vøkstrinum í 2010, skrivar Jyllands Posten.
Kina og India varðveita oddasessin
Make Consulting við høvuðsstøð í Århus roknar við, at Kina og India eisini fara at hava størsta vøksturin í ár, men eisini USA, Kanada, Brasil og Meksiko fara at økja munandi um sína vindorku.
Eftir eitt sera gott ár á sjómylluøkinum í ár við 1.200 MW av nýggjum sjóvindi, væntar greiningarfyritøkan, at vøksturin í ár verður nøkulunda tann sami sum í fjør.
Nýggja greiningin hjá Make Consulting kemur samstundis sum felagsskapurin
Global Wind Energy Council (GWEC) hevur almannakunngjørt sítt 2010-boð, sum vísir eina søguliga afturgongd í vindvøkstrinum upp á 7,3 pst. til 35.802 MW.
Útlit til met
Árið í ár kann - við støði í GWEC-tølunum, kryddað við Make Consultings 2011-forsøgnunum - økja um vindorkuna við meira enn 42.000 MW, sum verður nýtt met.
Í dag ræður alheims vindmyllumarknaðurin yvir einum samlaðum kapasiteti upp á 94.000 MW. Av hesum mala stívliga 3.700 MW í Danmark og umleið 6 MW í Føroyum.