Vindmylluprísirnir falnir 20-30 pst. síðani 2009

Men nú eru teir komnir niður á eitt støði, har torført verður at trýsta teir upp aftur longur niður.

Prísirnir á vindmyllum eru falnir 20-30 pst. í mun til tá teir vóru í hæddini við árslok 2009. Tað metir ráðgevingarfyritøkan IMS Emerging Energy Reserch.

- Ein partur av fallinum kemur av vaksandi talinum av aktørum á marknaðinum. Kappingin er nógv harðari, enn vit fyrr hava sæð, sigur greinarin Tim Stephure frá IMS Emerging Energy Research við Ritzau Finans á árligu vindmylluráðstevnuni, sum í ár verður hildin í Anaheim í Kalifornia.

Tøkniligu framburðurin eigur eisini sín lut í prísfallinum. Hann hevur gjørt tað møguligt hjá vindmylluframleiðarum at selja bíligari enn fyrr. Seinasta gongdin í rávøruprísunum ber tó í sær, at myllukostnaðurin verður trýstur uppeftir - eitt nú gongdin í prísinum á stáli, sum er stórur partur av mylluni.

- Vit hava sæð nakrar av hesum rávørukostnaðunum hækka munandi, sigur Tim Stephure, sum við hesum í huga ivast í, um vindmylluprísirnir fara longur niður.

- Prísfallið higartil hevur máað burturav marginalunum hjá vindmylluframleiðarunum, men tað er eitt niðara mark, og teir kunnu ikki lækka nógv aftrat uttan at missa pengar. So vit rokna við, at prísirnir hava rakt botnin, og vænta ikki stórvegis broytingar, sigur Tim Stephure.

Ein drúgv tilgongd

Tó eru asiatiskir aktørar á marknaðinum, sum royna at undirbjóða etableraðu spælararnar. Stephure roknar tó við, at tað fer at taka nakað av tíð hjá teimum at gera seg galdandi á marknaðinum og rættiliga ávirka prísgongdina.

Fallið í mylluprísunum hevur elvt til trýst frá vindmylluframleiðarunum niður gjøgnum veitingarketuna.

- Vindmylluframleiðararnir royna at tryggja sínar marginalar við at leggja trýst á sínar undirveitarar. Vindmylluframleiðararnir, ið hava staðið seg best, Siemens, Vestas og GE, hava megnað at avmarkað fallið í sínum marginalum, tí teir eru førir fyri at trýsta sínar veitarar harðari, sigur Tim Stephure.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking