Vindmyllulundin í Porkerishaganum er eitt frambrot, sum allir føroyingar kunnu fegnast um

Vindmyllulundin í Porkerishaganum er eitt frambrot, sum allir føroyingar kunnu fegnast um

Sunnasta og nýggjasta vindmyllulundin í Føroyum er nú formliga yvirtikin og sett í rakstur

Vindmyllulundin í Porkerishaganum varð reist og sett í royndarframleiðslu í 2020. Hendan royndarframleiðsla er nú liðug, og myllurnar eru formliga yvirtiknar. Á lítlari samkomu fyri innboðin varð vindmyllulundin formliga yvirtikin og lykilin latin Jóannes Norðberg, verkmeistara á Vágsverkinum, 11. februar 2021.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, beyð vælkomin, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum, segði nøkur orð og somuleiðis høvdu John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, Brian Joensen, verkætlanarleiðari í SEV og Jóannes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum orðið.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum

Landsstýrismaðurin, nevndi eins og hinir røðararnir, at vindmyllulundin í Porkeri er eitt frambrot á grønu kósini, og at allir føroyingar hava orsøk til at fegnast um hana.

Tey innbodnu fingu møguleika at fara inn í eina av myllunum, sum var sløkt, meðan hátíðarhaldið var, og eftir at hava fingið lykilin handaðan, tendraði Jóannes Norðberg mylluna aftur.

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna í við 4.400 tonsum árliga. Lundin í Porkerishaga er samstundis fyrsta nýggja vindmyllulund í Føroyum síðani 2014, tá Húsahagi varð tikin í nýtslu.

 

Mynd: Niels Jaocb Eysturberg

Suðuroyggin grønari

Við vindmyllulundini í Porkeri økist burðardygga elorkuframleiðslan í Suðuroy munandi. Streymurin, sum suðringar brúka, verður nú framleiddur úr ávikavist vatni, vindi, sól og olju. Fyrstu myllurnar blivu bundnar í netið í oktober í fjør, og í november fóru fyrstu myllurnar so smátt at framleiða inn á netið. Fram til dagin í dag hevur vindmyllulundin, hóast hon bara partvís hevur verið í rakstri, framleitt orku svarandi til nýtsluna hjá allari Suðuroynni í umleið 20 dagar. Í januar framleiddi lundin 17% av samlaðu elorkuni í Suðuroy. Eisini er royndarverkætlanin við sólorku staðsett í Sumba.

Nevndarlimir Sune Jacobsen og Hans Jacob Johannesen saman við John Zachariassen, nevndarformanni

Suðuroyggin gongur enn einaferð á odda á grøna økinum

"Her í oynni verður enn einaferð gingið undan á el-orkuøkinum", segði John Zachariassen, nevndarformarður í SEV.

"Vatnorkuverkið í Botni byrjaði fyri júst 100 árum síðani, skamt hiðani. Tað er eitt frambrot í sær sjálvum, at fyrsta vindmyllulundin í Føroyum síðan 2014 verður avhend til eigararnar í dag. Eins og vatnorkuverkið var frambrot fyri 100 árum síðani."

Eisini fegnaðist nevndarformaðurin um góða og konstruktiva samstarvið, sum hevur verið millum veitarar, eigarar, orkumyndugleikan, vindfelagið, Enercon, SEV og onnur, í hesi verkætlanini.

Drúgv tilgongd, men arbeiðið hevur gingið væl

Brian Joensen, verkætlanarleiðari

Snávingarsteinar hava verið á vegnum, og tað tók sína tíð at finna røttu staðsetingina. Alheimsfarsótt hevur havt ávirkan á verkætlanina, men hóast tað, hevur stórt sæð eydnast at halda tíðarætlanina.

"Sjálvt fyrireikingararbeiði var sera drúgt, og tað var ikki fyrr enn í november í 2019, at vit fingu grønt ljós frá vindmylluframleiðaranum Enercon um, at staðsetingin var góðkend, og at myllurnar kundu setast upp her, sum tær standa í dag", sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.

"Eftir at endalig staðseting var funnin, kom ferð á og nú, eitt gott ár eftir, at fyrsti spakin bleiv settur í, eru myllurnar klárar at blíva settar í vanligan rakstur. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur verið arbeitt við at fáa allar myllurnar at koyra, og sum vanligt er, tá ið tílík útgerð verður tikin í nýtslu, eru ymiskar justeringar og innstillingar gjørdar leypandi."

Í røðu sínari takkaði Brian veitarum, samstarvspørtum, hagaeigarum, kommunu o.ø. fyri gott samstarv.

Brian Joensen, verkætlanarleiðari, saman við stjórunum Boga Bendtsen, Hákuni Djurhuus, Jón Nielsen, Hera Mortensen

Høvi var at vitja inni í einari av myllunum

Inni í myllu 2

Fakta um verkætlanina

Verkætlanin í Porkerishaga fevnir um 7 Enercon E-44 vindmyllur. Vengurnir á myllunum eru umleið 22 metrar langir hvør og hæddin upp til rotorin er umleið 45 metrar. Tað svarar til ein hálvan fótbóltsvøll, um settur upp eftir enda. Samlaða longdin á vegnum er omanfyri 2 kilometrar og til fundamentini er tilsamans brúkt umleið 100 tons av stáli og 900 kubikk av betongi. Samlaða íløgan er ímillum 70 og 80 milliónir kr.

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann kappingina um loyvi at framleiða vindorku í Porkeri í mars 2019, men farast kundi ikki undir byggiarbeiðið fyrrenn í november 2019, tá øll loyvi og góðkenningar vóru komin undir land.

Partur av hesi verkætlan er battarískipan og synkronkompensator. Hesi skulu vera við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at vit varðveita veitingartrygdina í økinum. Battarískipan og synkronkompensator verða tó ikki sett upp og verksett fyrrenn seinni í 2021.

Battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking