Meðan Vestas minkar um vindmylluvirksemi sítt í Danmark, er full skrúva á í Bretlandi.
Bæði týska Siemens Wind Power og amerikanska General Electric boðaðu í vár frá, at tey tóku Bretland framum Danmark til sítt vindmylluvirksemi.
Siemens byggir eina naselluverksmiðju, sum skal vera liðug í 2014 og útvegar 700 nýggj arbeiðspláss, sum danska vindmylluvinnan hevði vónað skuldi enda í Esbjerg.
Sama vón varð sett til spanska Gamesa, tá teir eisini leitaðu eftir einum hóskandi øki at framleiða vindmyllur, men nú veit Teknisk Ukeblad at siga frá, at bretar aftur vunnu. Haraftrat hevur Gamesa júst boðað frá, at teir lata menningardeild sína í Danmark aftur.
Spaniólarnir ætla at flyta høvuðsskrivstovu sína til London og byggja ein granskingardepil, meðan General Electric nú er komið so langt í sínum ætlanum, at teir avdúka, at teir ætla at byggja eina verksmiðju og eina menningardeild fyri tilsamans 850 miljónir krónur onkustaðni í Bretlandi.
Nýggjar havnir á fíggjarlógini
Stóri áhugin fyri Bretlandi kemst av, at bretska stjórnin í løtuni leggur sera stóran dent á at útbyggja landsins havvindmylluparkir. Samstarvsavtalan í vár við Siemens ber í sær, at byggjast skal ein nýggj verksmiðja fyri 560 miljónir krónur, sum skal skapa karmin um tey ynsktu 700 arbeiðsplássini í vindmylluvinnuni.
Deildarleiðarin fyri varandi orku hjá Siemens, René Umlauft, váttar fyri Teknisk Ukeblad, at teir skunda sær at flyta hagar, pengarnir eru.
- Jaliga signalið frá bretsku stjórnini merkir, at vit kunnu halda fram við íløgustrategi okkara í vakstrarumráðum fyri varandi orku. Vit vilja varðveita leiklut okkara sum marknaðarleiðandi við hesi verksmiðjuni, sum skal framleiða næsta ættarliðið av havvindmyllum, sigur René Umlauft.
Hvar verksmiðjan skal byggjast, er enn ikki greitt, men ætlanin er, at hon skal framleiða 150 metrar høgar girleysar myllur á 6 MW.
Endaliga avgerðin hjá teimum trimum fyritøkunum er almannakunngjørd júst nú, tí bretska stjórnin hevur sett 1,7 miljardir krónur av á fíggjarlógini til millum annað útbygging av havnum, ið skulu tryggja, at vindmyllurnar kunnu koma út á havið. Inntil hetta varð lovað, drálaðu fyritøkurnar við at taka endaliga avgerð.