Vilja ikki hava vindmyllur í grannalagnum

Mótmæli frá borgarum hava við sær, at fleiri ætlanir um stórar vindmyllur í Danmark verða sleptar ella broyttar.

Vaksandi mótstøða ímóti stórum, ætlaðum vindmyllum á landi fáa fleiri danskar kommunur til annaðhvørt at broyta vindmylluætlanir sínar ella at útseta ella heilt at gevast við at seta upp nýggjar myllur á landi.

Eftir minni enn tveimum mánaðum er limatalið av mótmælandi borgarabólkum, ið hava meldað seg inn í Landsfelagið Grannar til Risavindmyllur, vaksið úr 40 til meira enn 90. Mótmælini fáa fleiri og fleiri politikarar at rista í brókunum.



- Vit uppliva eina ógvuliga avgjørda mótstøðu. Tí hava vit valt at lurta eftir borgarunum og hava slept vindmylluverkætlanum okkara, sigur borgarstjórin í Ringsted, Niels Ulrich Hermansen, sambært Jyllands Postinum.



Í Hedensted Kommunu hava eisini verið fleiri mótmæli ímóti ætlaðum vindmyllum. Her hevur kommunan sambært Kirsten Terkelsen, borgarstjóra, sett ætlanirnar »á standby«.

Lægri myllur

Í Svendborg vórðu politikararnir so ovfarnir av mótmælunum ímóti uppsetanini av tveimum 126 metrar høgum myllum á Tåsinge, at teir samtyktu, at myllur í framtíðini ikki skulu vera hægri enn 80 metrar.



Í øðrum kommunum hava ætlanir verið um myllur upp á 150 metrar, men her hava tey ístaðin gjørt av at halda fast um gomIu hæddina upp á 80 metrar. Hetta er m.a. galdandi fyri Faaborg-Midtfyn Kommunu, meðan Nyborg Kommuna hevur havt so mong borgaramótmæli, at ætlanirnar um at seta upp vindmyllur upp á 125 metrar eru broyttar, soleiðis at hæddin nú verður í mesta lagi 80 metrar.

Skilagott

Tað er skilagott ikki at byggja vindmyllur í tættbygdum økjum, heldur Jacob Ladenburg, granskari hjá AKF.

- Kanningar av hugburðinum hjá dønum til vindmyllur vísa, at meginparturin heldur, at myllurnar skulu standa langt burturi frá strondini. Tað haldi eg ikki, at politikararnir í býum sum Keypmannahavn og Aarhus hava gjørt sær greitt. Her eru ætlanir um at seta vindmyllur upp tætt undir landi til tess at kunna framleiða bíligan vindmyllustreym, sigur Jacob Ladenburg.

- Øll gransking vísir, at borgarar, ið hava vindmyllur í grannalagnum, troyttast av at hyggja at teimum. Og aftaná kann ein vindmyllulund fyri fleiri miljardir krónur ikki bara flytast.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking